Tað hevur ligið í luftuni í eina tíð, og nú er tað staðfest: Sveinur Olafsson og Hallur Arason skifta til Afturelding í Íslandi.
22-ára gamli bakspælarin og sterki verjuspælarin úr H71 og 26-ára gamla høgi høgri bakkurin og dyggi skjúttin úr VÍF hava gjørt sáttmála við felagið úr Mosfellsbær, sum liggur stutt úr Reykjavík. Hetta váttar Afturelding í kvøld.
Afturlending var í íslendsku finalunum fyrr í mánaðinum. Liðið vann á Allani Norðberg og Vali í hálvfinalunum men tapti ímóti FH. Ætlanin er, at Sveinur og Hallur skulu styrkja liðið og hava stóran leiklut.
Fyrrnevndi hevur verið umráðandi partur av 02-árganginum, sum hevur fingið so góð úrslit í landsliðhøpi. Sveinur Olafsson tók eisini stóra ábyrgd hjá ungu føroyameistarunum júst farna kappingarár, og hoyvíkingurin varð kosin ársins spælskipari og ársins spælari í fremstu røð í Føroyum.
Hallur Arason hevur gjørt bart í gulum og bláum seinastu árini, og hevur lámi kvívíkingurin serliga styrki í álopskenda spælinum. Hallur varð valdur sum besti høgri bakkur í Burn-deildini í 2023/2024, og hevur hann eisini spælt ein A-landsdyst.
26-ára gamli Hallur Arason tekur nú fetið víðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Við hesum skiftinum er greitt, at fýra føroyskir spælarar fara at spæla við sterkum íslendskum liðum í 2024/2025: Hallur og Sveinur í Afturelding og í Vali legst Bjarni í Selvindi afturat Allani Norðberg.
Rættað og dagført: 18.24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald