Fótbóltur

Víkingur varpaði KÍ fyribils úr FM-stríðnum

Eitt sterkt avrik hjá teimum úr Eysturkommunu meðan trýfaldu føroyameistararnir til tíðir sóu ráðaleysir út og taptu triðja landskappingardystin í ár. Seks stig skilja nú liðini aftur.

Poul Kallsberg legði upp til bæði málini hjá Víkingi í dag - tað fyrra til Olad Bárðarson og tað seinna var stútari hjá Arnbirni Svensson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Poul Kallsberg legði upp til bæði málini hjá Víkingi í dag - tað fyrra til Olad Bárðarson og tað seinna var stútari hjá Arnbirni Svensson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-02 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri trimum vikum síðani vann KÍ 2-1 á Víkingi. Nú hittust liðini aftur í Klaksvík, og hesaferð var útiliðið omaná. Hetta merkir, at nú eru aftur seks stig millum kappingarneytarnar, og at Víkingur verður verandi í oddasessinum.

KÍ legði hart út, men so tók Víkingur yvir og hevði nakrar stórar møguleikar fyri steðgin. Millum annað burdi Finnur Jusinussen skorað uppá stútara eftir gott innlegg. Ein annan møguleika fekk Olaf Bárðarson. Hetta var eftir 35 minuttir, tá Poul Kallsberg fekk bóltin innum verjuna í høgru, teir á heimaliðnum vóru ikki heilt uppá pláss, Olaf var púra frúr við aftaru stong og so var 1-0. 

Páll Klettskarð hevði stútara eftir gott innlegg frá Árna Frederiksberg stutt fyri steðgin, men Bárður á Reynatrøð bjargaði væl. Fleiri ferðir í dystinum var Víkinga-verjan væl fyri, men tað var ikki, fyrrenn tað varð 2-0, at KÍ veruliga fekk skapt vandastøður aftur. 

Víkingur hevði verið nær við at revsa eitt av mongu mistøkunum í KÍ-uppspælinum tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var miðskeiðis í 2. hávleiki, at tað eydnaðist at økja: Poul Kallsberg legði fríspark væl innfyri úr høgru, Arnbjørn Svensson rann seg púra frían, meðan nakrir KÍ'arir snorksvóvu, og so stútaði miðverjin bóltin í málið á vakran hátt. Arnbjørn tók aftur stóra ábyrgd, saman við millum annað Atla Gregersen og Geza Turi í dag, Hann er púra uppiborið í landsliðshópinum, sum savnast týsdagin í sambandi við Baltic Cup. Hví Poul Kallsberg ikki fær møguleikan til tess eftir avrikini higartil í ár er at undrast eitt sindur á.

At Víkingur í løtuni er á betri staði enn KÍ, hóast millum annað Sølvi Vatnhamar vantar, var hesin dysturin gott prógv um. Teir án heimaliðnum fullu ikki í fátt og vóru ógvuliga nær við at minka um munin - serliga tá Arnbjørn Svensson bjargaði roynd frá Jonn Johannessen á mállinjuni. Tað hekk tó samanlagt ikki nóg væl saman hjá KÍ, har ein rúgva av misskiljingum og feilalveringum sást, umframt at menn veipaðu nóg mikið við ørmunum. Nógvar langar sendingar vóru eisini, ið góvu lítla meining, og røttu renningarnar í innlegsstøðum vantaðu fleiri ferðir.

[object Object]
KÍ'arnir vildu hava brotsspark í tveimum førum fyri hond, men Dagfinn Forná sá út til at raka væl í dag. Dømi vóru um, at spælarar hjá KÍ fingu kort fyri kjaftaslit og sparka bóltin burtur ( Patrick Da Silva og Cedric Yamberé) - Savnsmynd: Jens Kr. Vang

[object Object]Tað eydnaðist ikki Pálli Klettskarð og hinum í kongabláum at skora í dag. Arnbjørn Svensson og hinir vóru ofta fyri - Arnbjørn og teir í ljósabláum vóru eisini skarpari í hinum endanum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað endaði 2-0. Fyrrverandi hjálparvenjarin Espen Haug hevur nú høvuðsábyrgdina og skal fáa nógv at sita betri næstu vikurnar, um KÍ skal gera nakað um seg í Evropa og koma veurliga inn í FM-stríðið aftur. Ikki síðani 2020 hevur KÍ tapt tríggjar dystir í Betrideildini - nú hevur liðið tríggjar ósigrar fyrstu 12 umførini  (móti B36, HB og Víkingi)

Víkingarnir vóru hinvegin vælskipaðir í dag. Teir høvdu yvirskot og reistu seg eftir steypatapið í Gundadali í vikuni. Hetta var 11. sigurin av tólv møguligum í Betrideildini í ár hjá Jóhan Peturi Poulsen og hansara monnum.

B36 og 07 Vestur spældu 4-4 javnleik í Gundadali, og NSÍ og HB spæla í løtuni. Meira um hetta seinni.

Betrideildin 12. umfar
Í dag, sunnudagin 02.06

KÍ - Víkingur 0-2 (0-1)
26' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 0-1
69' Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg) 0-2

Meira um dystin her

B36 - 07 Vestur 4-4 (3-3)

Meira um dystin her

17.00: NSÍ - HB (0-1)

Í gjár, leygardagin 01.06

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' Villiam Emil Klein 1-0
79' Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein) 2-0

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' Sjálvmál 0-1
18' Carlos Ferreira (Djóni Petersen) 0-2
21' Jhon Mena Perez 2-1
71' Uros Stojanov 2-2
85' Markus Isaksen (Ragnar Skála) 3-2

Les eisini: B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 33 stig
2. HB 30 stig *
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig *
5. B36 16 stig
6. 07 Vestur 15 stig 
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 6 stig 
10. ÍF 3 stig 

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder