Fótbóltur

Håkan: - Nú fáa fleiri møguleikan at vísa seg fram

Føroyar spæla fyrra dystin í Baltic Cup leygardagin klokkan 17 í Estlandi. A-landsliðið líkist ikki heilt tí, sum vit kenna tað, men hetta letur upp fyri øðrum møguleikum, sigur landsliðsvenjarin við Portalin.

- Eg síggi fyri mær, at tað verða truplar úttøkur til Nations League seinni í ár, um fleiri vísa seg væl fram til Baltic Cup, sigur Håkan Ericson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eg síggi fyri mær, at tað verða truplar úttøkur til Nations League seinni í ár, um fleiri vísa seg væl fram til Baltic Cup, sigur Håkan Ericson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-07 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, leygardagin 8. juni, skulu Føroyar og Estland spæla hálvfinalu í Baltic Cup á Le Coq leikvøllinum í Tallinn. Talan er um eina venjingarkapping, har tey trý baltisku londini, umframt eitt gestaland er við. Hesaferð er gestalandið Føroyar.

FSF tók av innbjóðingini. Tveir venjingardystir skuldu spælast nú í juni óansæð, og tað varð mett sum hóskandi, at spæla móti londum sum kunnu metast sum áleið javnleik. Summir spælarar hava tó víst innkallanina til uppgávuna aftur.

Í flestu førum er talan um skaðar, ið gera seg galdandi. Við avboðunum hjá Bartali Wardum (knæ) og Mattiasi Lamhauge (øksl) fyrr í vikuni, er talið av skøddum spælarum, sum fast ella í minsta lagi javnan eru á A-landsliðnum, á 14 spælarum.

Sí eisini: 
Bartal, Andrias og Mattias geva avboð til landsliðið
Bartal darvaður av knæskaða
Andrias gav avboð av serligum orsøkum
Brandur Olsen givið avboð og Aron Ellingsgaard boðsendur

Páll Andrasson Klettskarð segði nei, nú boð aftur vóru eftir honum. Áleyparin hjá KÍ segði longu við Portalin fyrst í apríl, at landsliðið var farið fyri hansara viðkomandi.

Skálvíkingurin á miðvøllinum metti, at hann hevði tørv á einum lítlum steðgi. Brandur Hendriksson Olsen hevur havt tveir drúgvar knæskaðar. Ein annar skaðaplágaður er Andrias Edmundsson, sum er í sáttmálasamráðingum við eitt felag, og gav avboð vegna ótta fyri skaðum.

[object Object]
- Talan er um ein rímiliga langan sáttmála við eitt gott felag í Póllandi. Um eg fari við landsliðnum nú og fái ein skaða, so standi eg við ongum. Tí metti eg, at tað var best, at eg ikki fór við. Soleiðis segði Andrias Edmundsson við Portalin í gjár - her er toftamaðurin hægstur í sínum fyrsta A-landsdysti. Tað var í Kosovo í 2022. Føroyar hava ikki nógvar miðverjar við til Baltic Cup (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson helt framvegis, at miðverjin burdi verið komin við til Baltic Cup - les meira um støðuna her. Føroyski venjarin viðurkennir eisini, at støðan sum heild er serlig, tá Portalurin hevur stutta telefonsamrøðu við hann.

- Tað er óvanligt, at so nógvir spælarar ikki eru tøkir. Vit høvdu tó nakað líknandi støðu til venjingardystirnar í november 2022. Tá taptu vit fyrst 5-0 í Kekkia og spældu síðani 1-1 í Kosovo. Ungir spælarar frá tá, so sum Samuel Chukwudi, Hanus Sørensen, Noah Mneney, Bárður á Reynatrøð og eisini Jann Benjaminsen, eru við her eisini.

[object Object]
Hanus Sørensen og Samuel Johansen Chukwudi í Kekkia í 2022. Báðir hava havt eitt gott kappingarár í HB higartil og hava framtíðina fyri sær (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson hevur sáttmála fyri í ár og næsta ár afturat. Hann sær fyri sær, at tað kann gerast talan um truplari úttøkur í heyst og framyvir, um fleiri vísa seg væl fram.

- Vit hava nakrar ungar og spennandi spælarar við, sum so at siga ella als ikki hava spælt A-landsdystir fyrr. So eru eisini nakrir, ið hava verið við nakrar ferðir men ikki spælt so nógv, ið nú fáa meira spælitíð. Tað kann sjálvandi henda, at man avrikar á ein hátt, har tað sæst, at landsliðið ikki er tað rætta nú. Men eg síggi eisini fyri mær, at tað verður truplari úttøkur til Nations League seinni í ár, um fleiri vísa seg væl fram til Baltic Cup. 

15 av teimum 24 í hópinum, harav allir málverjarnir, hava spælt undir tíggju A-landsdystir. Tað er serliga á sentrala miðvøllinum og í miðverjuni, at fáar royndir eru, hóast menn sum Gunnar Vatnhamar og René Shaki Joensen eru við - allur hópurin sæst niðast.

Håkan Ericson sigur annars, at teir brúka hesa vikuna uppá at arbeiða við sínum prinsippum, og at dystirnir móti Estlandi og Litava/Lettlandi næstu dagarnar sjálvandi partvíst eru fyrireiking til Nations League seinni í ár.

[object Object]
Håkan og hópurin til venjing í sólini í Tallinn. Landsliðvenjarin og toymið skulu blanda kortini øðrvísi hesaferð (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyski hópurin til Baltic Cup:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn *
Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ Klaksvík * - (U21-aldur)

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Ragnar Samuelsen, B68 Toftir *
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Noah Hans Mneney, Bryne FK (Noreg) - (U21-aldur)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn - (U21-aldur)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg) * - (U21-aldur)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur * (U21-aldur)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

Undir tíggju landsdystir
Við fyri fyrstu ferð

Føroyar og Estland spæla í morgin klokkan 17 føroyska tíð. Dysturin sæst í Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder