Hondbóltur

Nógvir føroyingar eru til Final Four

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk sjálvur eini 20 atgongumerki til familju og onnur. Summi afturat hava eisini gjørt túrin til Týsklands, har Elias og teir í kvøld spæla um finalupláss.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at spæla fyri upp ímóti 20.000 áskoðarum í kvøld; harímillum fleiri føroyingum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at spæla fyri upp ímóti 20.000 áskoðarum í kvøld; harímillum fleiri føroyingum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-08 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): Tað er ein søguligur føroyskur hondbóltsdagur her, og tætt við høllina fylkjast fleiri føroyingar.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sagt Portalinum, at hann fekk tjúgu atgongumerki til Final Four, sum fóru til millum annað familju og vinir.

Sí eisini: Elias: Havi droymt um hetta leingi

Umframt hesi, verða fleiri aðrir føroyingar til staðar í stóru Lanxess leikhøllini. Summi høvdu skaffað sær atgongumerki, áðrenn Elias á Skipagøtu og Kiel høvdu vunnið sær plássið millum tey seinastu fýra í Champions League. Onnur hava bókað bilettina seinasta mánaðain.

Ilt er at siga, júst hvussu nógvir føroyingar verða til staðar í høllini. Fleiri eru tó savnaði á sama gistingarhúsi miðskeiðs í Köln - yvir tjúgu.

Tað verður í øllum førum nakað serligt, tá ein føroyingur fer at royna seg millum tey allarsterkastu. Elias fer heilt víst at hava ein leiklut móti favorittunum úr Barcelona. Hendan hálvfinalan byrjar klokkan 17 føroyska tíð. 

Sí eisini: 
Julian: - Sera stórt fyri føroyskan hondbólt at hava umboð í Köln
Kiel hevur vunnið fremstu evropeisku kappingini fýra ferðir

Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln, leygardagin 8. juni
14.00: Aalborg Håndbold - SC Magdeburg
17.00: Barcelona - THW Kiel

Sambært Hondbóltssambandi Føroya kann dysturin keypast HER. DR vísir hinar tríggjar dystirnar.

Meira úr týska býnum seinni.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder