Tað var í undankappingini til EM 2012, at tað brast saman millum Føroyar og Estland, 7. juni 2011 á Svangaskarði á Toftum. Tá vunnu Føroyar 2-0.
Fyrst var tað Fróði Benjaminsen við brotssparki, og tíðliga í fyrra hálvleiki økti Arnbjørn Hansen til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Tað er sostatt fyri áttandu ferð, at A-landsliðið hjá monnum skal møta Estlandi. Hesaferð er takan um Baltic Cup, sum er venjingarkapping, har Føroyar í ár eru gestir.
Tað verður spennandi at síggja landsliðið í ár, tí tað tykist, at her kunnu koma nógvar broytingar fyri á liðnum. Meginparturin av spælarunum í hópinum hava spælt fáar dystir, og fleiri yngri menn eru við.
Í samrøðu fyrr í vikuni, segði Håkan Ericson soleiðis við Portalin:
- Vit hava nakrar ungar og spennandi spælarar við, sum so at siga ella als ikki hava spælt A-landsdystir fyrr. So eru eisini nakrir, ið hava verið við nakrar ferðir men ikki spælt so nógv, ið nú fáa meira spælitíð. Tað kann sjálvandi henda, at man avrikar á ein hátt, har tað sæst, at landsliðið ikki er tað rætta nú. Men eg síggi eisini fyri mær, at tað verður truplari úttøkur til Nations League seinni í ár, um fleiri vísa seg væl fram til Baltic Cup.
Samrøðan við Håkan, við meira, kann lesast her.
Dysturin verður leiktur á Le Coq Arena í Tallinn í dag klokkan 17:00. Kringvarpið sýnir dystin og byrjar sendingin klokkan 16:50.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald