Hondbóltur

Barcelona setti Kiel so dyggiliga uppá pláss

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel fingu lítið at sita í stórtapinum í CHL-hálvfinaluni. Emil Nielsen og verjan hjá Barcelona tóku broddin av spælinum, og munurin varð 12 mál.

Ein ógvuliga vónbrotin Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði eitt mál í dag. Hann og liðfelagarnir fingu ikki tingini at handga saman móti sponsku meistarunum (Skíggjamynd: Handball-kanalen.tv)

Ein ógvuliga vónbrotin Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði eitt mál í dag. Hann og liðfelagarnir fingu ikki tingini at handga saman móti sponsku meistarunum (Skíggjamynd: Handball-kanalen.tv)

2024-06-08 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): Kiel fekk slett ikki spælið at koyra fyrstu minuttirnar í hálvfinaluni, og skjótt var 1-4. Harav vóru tvey mál, har Barcelona revsaði stór mistøk við kontaálopinum. Næstu fimm minuttirnar sat Kiel tó á. Fyrst tók Elias Ellefsen Skipagøtu sakina í egnar hendur og minkaði til 2-4 við góðum máli, og síðani kom verjan eisini í gongd.

THW Kiel legði seg á odda 5-4, beint sum klokkan vísti 10.00, men hetta var einastu ferð í dystinum, at týska felagið var á odda. Liðið skoraði bert trý mál seinastu 18 minuttirnar av fyrra hálvleiki, og so var skipið siglt. Tað gjørdist at enda ein eyðmýking fyri Kiel.

Barcelona hevði meira skerpni á øllum økjum. Emil Nielsen vann sum væntað málverjudystin greitt - Perez De Vardas gjørdi eisini sítt ímóti endanum - og verjan frammanfyri málverjarnar gav Kiel høvuðbrýggj so at siga allan vegin. Luis Frade, Jonathan Carlsbogard og hinir vóru stinnir, og tað hjálpti ikki, at tað ofta var stirvið og lætt at lesa hjá Kiel.

[object Object]Emil Nielsen (Mynd: EPA)

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk møguleikan sum spælskipari frá byrjan. Nummar 71 hevði nakrar góðar atgerðir inn ímillum, men tað bleiv bert tað til ta eina málið. Hann brendi trý skot og hevði tríggjar tekniskar villur. Elias hevði eisini trupulleikar við at vinna nærdystir; mann-mann støður og koma framvið ella hálvt framvið sterku verjuspælarunum hjá Barcelona.

Hagtøl hjá Eliasi:
Mál: 1 (4 skot)
Upplegg:
3
Tekniskar villur: 3
Verjuatgerð, sum førdi til vunnan bólt: 1 

Bakkarnir komu ikki við serliga nógvum og áttu síni mistøk og kiksaðu skot. Emil Nielsen tók eisini broddin av vongum og strikum og tók trý brotskøst. Samanlagt lá danski málverjin beint undir 50 prosentum og 15 skrásettum bjargingum, ið er ógvuliga høgt. Eitt megnar avrik, ið var stórur partur av stórsigrinum.

Sum heild koyrdi spælið hjá týska liðnum tó illa – við og uttan Elias. Hoyvíkingurin varð tikin út í nøkur álop, tá urið nærkaðist tjúgunda minuttinum, men tá bleiv tað verri við rútmuni hjá Kiel. Elias kom inn aftur, trekti álopsfeil móti Dika Mem (góð verjustøða), men gjørdi siðani sjálvur álopsfeil beint fyri steðgin. Hann spældi ikki fyrsta korterið í 2. hálvleiki men spældi síðani dystin út – partvíst á høgra bakki.

Hesa løtuna staðfesti Barcelona klassamunin á degnum. Kiel hevði minkað úr 11-18 til 14-18 við at revsa Barcelona uppá kontra nakrar ferðir. Síðani skrúðaðu katalanar upp aftur og sjálvt við nógvum útskiftingum, syrgdu favorittarnir fyri at tað gjørdist ljótt. Kiel fekk bert fýra mál síðstu 21 minuttirnar av dystinum. Sjálvsrannsakan er helst neyðug í summar, men fyrst skal liðið royna at reisa seg eitt sindur í bronsudystinum móti Magdeburg klokkan 14 í morgin. Barcelona skal royna at leggja afturat sínum metið í kappingini í finaluni móti Aalborg klokkan 17.

22-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist í dag fyrsti føroyingurin í einum Final Four í Champions League og hevði millum annað trý upplegg. Tað er eitt sum so stórt fet. Elias hevur tó fleiri menningarøki. Hoyvíkingurin rakti avgjørt ikki sítt toppstig í dag og hevði sum nevnt sínar trupulleikar.

[object Object](Mynd: EPA)

Tað er tó týðiligt, at tað hevur THW Kiel sum heild; serliga um man sammetur við Barcelona, tey sterkastu í Bundesliguni nú og so framvegis. Spælið sær ikki út til at vera sett nóg væl upp. Tað hóskar heldur ikki so væl til Elias, - sum so dánt slapp at spæla okkurt yvirtal í dag. So er tað ein sannroynd, at málverjutoymið hjá liðnum er ov veikt til at vera heilt har frammi. Filip Jicha og felagið hava nógv at hyggja eftir.

Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln - í dag, leygardagin 8. juni

THW Kiel - Barcelona 18-30 (9-15)

Dystargongdin:
5 min: 1-4 
10 min: 5-4
15 min: 6-8
20 min: 6-9 
25 min: 8-12 
30 min: 9-15
35 min: 11-18
40 min: 14-20
45 min: 14-22
50 min: 17-27
55 min: 17-29
60 min: 18-30


Aalborg Håndbold - SC Magdeburg 28-26 (11-11)
Hagtøl her

Les eisini: 
Aalborg koppaði Magdeburg eftir gysara

Í morgin, sunnudagin 9. juni
Bronsudystur (14.00): THW Kiel - Magdeburg
Finala (17.00): Aalborg - Barcelona

Báðir dystirnir verða vístir á DR


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder