Fótbóltur

- Tað lætnaði tá bólturin rakti yvirleggjaran

Mikkel er ógvuliga dugnaligur og eri ikki vísur í, at eg hevði fingið handan bóltin. Hetta sigur Emil Nielsen við Portalin. Danin skýrir tað sum risastórt at hava nátt málinum um at vinna Champions League.

Hann hevði 15 bjargingar í gjár og átta í dag, har Emil Nielsen og Perez de Vargas býttu spælitíðina meira millum sín. - Tað er triðju ferð at eg eri her, og eg havi verið noyddur at sanna, at tað er ógvulig torført at vinna gull. So tað er bara fantastiskt at standa við hesum (Mynd: EPA)

Hann hevði 15 bjargingar í gjár og átta í dag, har Emil Nielsen og Perez de Vargas býttu spælitíðina meira millum sín. - Tað er triðju ferð at eg eri her, og eg havi verið noyddur at sanna, at tað er ógvulig torført at vinna gull. So tað er bara fantastiskt at standa við hesum (Mynd: EPA)

2024-06-09 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): - Tað er risastórt. Haldi tað fer at taka eitt sindur av tíð at fata, at tað er veruleiki. Hetta hevur verið ein av mínum stóru málunum á yrkisleiðini: At vinna Champions League. Nú kann eg seta eitt flugubein út fyri tað, og tað eri eg glaður og takksamur fyri.

Soleiðis lýsir Emil Nielsen kensluna í Mixed Zone fyri løtu síðani. Danski málverjin er sera vælumtóktur millum miðlar og áskoðarar, men Portalurin fekk líka orðið á Barcelona-spælaran, sum hevði gullheiðursmerki um hálsin.

Tað gullheiðursmerki hevur nú 27-ára gamli danin jagstrað í nøkur ár. Í fjør kiksaði tað í hálvfinaluni móti Magdeburg, og tá hann var her fyrstu ferð við Nantes, eydnaðist tað heldur ikki at lyfta steypið.

- Tað er triðju ferð at eg eri her, og eg havi verið noyddur at sanna, at tað er ógvulig torført at vinna gull. So tað er bara fantastiskt at standa við hesum.

Nielsen, Nielsen, Nielsen ljóðaði tað javnan frá Barcelona-fjepparunum

- Tað merkir nógv fyri felagið. Vit mistu Fabregas og Cindric til kappingarárið. Teir hava verið risa spælarar fyri Barcelona. Men vit vísa, at vit framvegis eru heimsins besta lið. Tað er umráðandi fyri sjálvskensluna, og nú eru øll bara glað.

[object Object]
Emil Nielsen í hálvfinaluni í gjár, har hann bjargaði 48 prosent av skotunum hjá Kiel, ið raktu málið, meðan hann var inni (Mynd: EPA)

Aalborg kundi annars gerast fyrsta danska liðið, ið vann Champions League. Mikkel Hansen jagstraði sítt fyrsta heiti í størstu kappingini. Stóri danski spælarin var eisini nær við at snýta dugnaliga danska málverjan við fríkastinum eftir tíð. Tað viðurkennir Emil smílandi fyri Portalinum:

- Eg var rímiliga tryggur, áðrenn hann skeyt. Men eg má siga, at tað lætnaði, tá bólturin rakti yvirleggjaran. Ikki vísur í at eg hevði rokkið bóltinum, um hann var eitt sindur longur niðri....uha! Mikkel er ótrúgliga dugnaligur, og man hevur sæð hann gjørt tað fyrr. Var glaður fyri at hann bert skeyt átta mál í dag og ikki níggju.

Sí eisini: Mikkel Hansen og Aalborg júst ov stuttir

Final Four - finalan
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
Aalborg - Barcelona 31-30 (15-15)

Dystargongdin:
5. min: 2-3
10 min: 5-7
15 min: 
7-8
20 min: 
8-10
25 min: 
12-12
30 min: 15-15
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-22
50 min: 25-25
55 min: 27-29
60 min: 30-31

Toppskjúttar: Mikkel Hansen og Melvyn Richardson - átta mál hvør
Fleiri hagtøl her

Danin hjá Barcelona hevði átta bjargingar (36 prosent) og gjørdi mun, tá hann kom innaftur. Nú kann Emil Nielsen fegnast og so hvíla seg eina tíð, áðrenn hann helst skal hugsavna seg um at vinna OL saman við Mikkel Hansen, Niklas Landin og hinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder