– Eg eri errin og sera glað fyri heiðurin. Eg royni altíð at arbeiða hart og verða betri, so at fáa eina slíka viðurkenning er nakad heilt serligt. Tó eiga mínir liðfelagar og toymið rundan um liðið eisini ein stóran part í hesum, tí uttan tey, hevði hetta ikki borið til.
Tað sigur Sunniva Willemoes úr HB við heimasíðuna hjá FSF. Hon var leygardagin kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánað.
Sunniva Willemoes, saman við venjarinum hjá HB-kvinnunum, Lukasz Cieslewicz (Mynd: Jakoba Svensdóttir)
Tað eru venjararnir í teimum átta feløgunum í fremstu deildini, ið velja, og tá talt var saman hevði unga havnakvinnan fingið flestar atkvøður.
Henni á baki komu Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland úr KÍ, meðan Sara Samson Lamhauge og Julia Naomi Mortensen úr NSÍ, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi eisini fingu fitt av atkvøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald