Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen ikki við í OL-bruttohópinum

Havnarmaðurin umboðaði Danmark til OL fyri trimum árum síðani, men í ár verður høgri vongurin ikki í hópinum. Hans Lindberg og Niklas Kirkeløkke eru báðir valdir frammum.

Jóhan á Plógv Hansen til OL í Tokyo. Pláss er tó ikki fyri honum hesaferð (Savnsmynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen til OL í Tokyo. Pláss er tó ikki fyri honum hesaferð (Savnsmynd: EPA)

2024-06-11 15:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27. juli spæla Danmark og Frakland byrjanardystin í hondbóltspartinum í OL. Noreg, Ungarn, Egyptaland og Argentina eru eisini í spennandi bólkinum, har fýra lið koma víðari.

Frakland vann á Danmark í finaluni í Tokyo í 2021. Í finaluni undan tí vann Damark gullið, og Frakland endaði við silvurheiðursmerkjunum.

Jóhan á Plógv Hansen var við til OL í Japan, men havnarmaðurin verður ikki við hesaferð. Hetta er greitt, eftir at Nikolaj Jacobsen í gjár kunngjørdi bruttohópin.

Tjúgu spælarar eru á hesum listanum. Bert 14 sleppa við til OL. Talan er um ein ógvuliga sterkan hóp.

Hans Lindberg, hvørs tíð á landsliðnum helst endar nú heilt skjótt, er tann einasti veruliga høgri vongurin í hópinum. Niclas Kirkeløkke hevur verið nýttur har eisini seinastu tíðina; serliga tí at hann kann dekka sum bakkur.

Harvið er ikki pláss fyri 30-ára gamla Jóhan á Plógv Hansen úr Flensburg-Handewitt. Jóhan hevur heldur ikki havt heilt stóran leiklut í undanfarnu endaspølum.

Danski OL-hópurin:

Málverjar:

Niklas Landin, Aalborg Håndbold

Emil Nielsen, FC Barcelona

Kevin Møller, Flensburg-Handewitt

Vengur:

Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt

Magnus Landin, THW Kiel

Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen

Hans Lindberg, Füchse Berlin

Strikuspælarar:

Magnus Saugstrup, SC Magdeburg

Simon Hald, Aalborg Håndbold

Emil Bergholt, Skjern Håndbold

Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt

Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold

Bakspælarar:

Mikkel Hansen, Aalborg Håndbold

Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt

Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg

Mads Mensah, Flensburg-Handewitt

Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold

Lasse Andersson, Füchse Berlin

Mathias Gidsel, Füchse Berlin

Mads Hoxer, Aalborg Håndbold

Hesir tjúgu skulu møta 24. juni til venjingar í Faaborg. Seks spælarar skulu av hesum listanum, áðrenn juni er av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder