Fótbóltur

Noah skal spæla við HB restina av kappingarárinum

Vendir fyribils aftur til Føroyar, og HB leigar orkuríka og kraftmikla miðvallaran úr Bryne. Hetta hevur felagið júst kunngjørt.

U21-landsliðsliðskiparin spældi í Víkingi í fýra ár. Í 2022 hevði hann stóran leiklut í at vinna Løgmanssteypið - nú skal hann kappast við Vìking um at koma í finaluna og um FM. (Savnsmynd: Sverri Egholm - Áki Samuelsen og Noah Mneney nú liðfelagarar)

U21-landsliðsliðskiparin spældi í Víkingi í fýra ár. Í 2022 hevði hann stóran leiklut í at vinna Løgmanssteypið - nú skal hann kappast við Vìking um at koma í finaluna og um FM. (Savnsmynd: Sverri Egholm - Áki Samuelsen og Noah Mneney nú liðfelagarar)

2024-06-12 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgur hava gingið um tað í eina tíð, har millum annað bolt.fo hevur skrivað um væntaða skifti. Nú er tað váttað: Noah Mneney skal spæla við HB. 

- Noah er 21-ára gamal miðvallari, og hevur spælt við Bryne síðani 2023. Áðrenn tað spældi hann við Víkingi, har hann fekk 73 dystir í Betri-deildini, 13 í steypakappingini og 4 í Conference League. Hann hevur spælt á øllum føroysku ungdómslandsliðum frá U17 til U21, og hevur eisini spælt 5 A-landsdystir fyri Føroyar, skrivar HB.

Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum. Talan er um ein leigusáttmála millum HB og Bryne.

Noah Mneney skifti til felagið í næstbestu norsku deildini eftir tvey heil kappingarár, umframt nakrar dystir í 2020, sum ein motorur á miðvøllinum hjá Víkingi. Ungi fuglfirðingurin spældi sín fyribils seinasta dyst fyri Víking í steypafinaluni í 2022, tá Vìkingur vann á KÍ.

Fyrstu tíðina í Bryne spældi ungi miðvallaran rímiliga nógv, men síðani summarferiuna í fjør hava minuttirnir í OBOS-deildini verið fáir. Venjarin hevur ikki sæð so nógv í føroyska U21-landsliðsliðskiparanum, sum ikki er byrjaður inni í nøkrum landskappingrdysti í 2024.

[object Object]
Noah Mneney hevur bert spælt fulla tíð í U21-landsdystunum og steypadystum móti lægri liðum seinastu mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið hevur eitt skifti ligið í luftuni. Noah hevur eitt og eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum í Noreg, verður hann leigaður í eitt hálvt ár. HB kann sanniliga brúka orkuríka miðvallaran í FM-stríðnum og í Conference League í næsta mánaða. So er tað eisini steypakappingini

Um eina viku spæla HB og Víkingur seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Tað er 1-0 til HB eftir fyrru hálvfinaluna, og tað verður í Sarpugerði, at Noah Mneney møguliga spælir fyri fyrstu ferð í HB-blusuni, har hann skal stríðast fyri finaluplássið.

HB og Víkingur eru eisini lið um lið í FM-stríðnum. HB spælir í Sørvági leygardagin, men ivasamt er, um 21-gamli miðvallarin spælir nakran leiklut tá. Noah kemur aftur til Føroyar í dag aftur eftir landsliðstúr í baltisku londunum. Hann hevði eitt fínt innhopp í Lettlandi í gjár.

Magnus Holm Jacobsen er framvegis nakað darvaður av knæðnum, og ivsamt er, hvussu stóran leiklut hann fær næstu tíðina. Tað er helst gott við meira breidd hjá Adolfo Sormani á sentrala miðvøllinum, har hann altíð spælir við trimum monnum. Noah Mneney burdi eisini hóska væl inn í leikháttin við serliga hansara verjukendu dygdum, orku og tí at dríva bóltin og spæla einfalt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder