KÍ og KÍ-viðhaldsfólk hava áður latið dokumentarfilm gera um teirra stóru avrik. Tann nýggjasti av slagnum er um ævintýrið hjá KÍ í fjør, tá klaksvíkingar sum fyrsta føroyska lið nakrantíð vann seg í eitt bólkaspæl.
Upptøkurnar til filmin fóru í gongd, tá ið tað var greitt, at KÍ hevði spælt seg í eitt bólkaspæl, og sjálvur filmurin byrjar í Budapest við útidystinum móti Ferencvaros, og hann endar í Lille eftir síðsta dystin í bólkaspælinum móti LOSC Lille tann 14. desember 2023.
Sí filmin ovast.
Raclip og Solby Christiansdóttir hava framleitt og lagt til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald