Fótbóltur

Mattias bjargaði B36 móti botnliðnum

B36 var á odda 3-1 í Fuglafirði, men heimaliðið var betri í 2. hálvleiki, og alt varð avgjørt í yvirtíðini. Víkingur og NSÍ vunnu tryggar heimasigrar.

18-ára gamli Mattias Johnnyson Hellisdal gjørdist hetjan hjá B36 í dag, tá liðið fekk harðvunnan og umráðandi sigur. Árni Nóa Atlason og Víkingur vunnu 3-0 á B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

18-ára gamli Mattias Johnnyson Hellisdal gjørdist hetjan hjá B36 í dag, tá liðið fekk harðvunnan og umráðandi sigur. Árni Nóa Atlason og Víkingur vunnu 3-0 á B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-23 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 14. umfari byrjaðu klokkan 15. Allir vóru í Eysturoynni. Í tveimum var spenningur ikki í, tá dysturin fór inn í seinastu løtuna, men í Fuglafirði var nógv drama.

Tað var eisini málríkt, og eftir tíggju minuttir var longu 1-1. Fyst Zean Dalügge við stútara eftir horna og síðani vandamikli Jhon Mena Perez eftir góða sending frá Elivo Glemini og trygt skot.

Jann Benjaminsen legði upp til fyrsta málið, og í 24. minutti dribblaði bakkurin seg sjálvur í góða støðu og legði bóltin væl í longra málhornið. Tá hevði B36 tikið yvir, og hóast ÍF hevði nakrar góðar løtur í 1. hálvleiki, sá tað út til, at liðið hjá Magna Hoseth hevði fingið tamarhald á tí.

[object Object]
Nakað av høvuðbrýggi til Magna Hoseth í Fløtugerði í dag, men hann fekk sín fyrsta landskappingarsigur við B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað bleiv eisini 1-3 miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Hannes Agnarsson skoraði í sínum triðja Betrideildardysti á rað. Hetta var eftir gott bandaspæl hjá innskiftu Gutta Dahl-Olsen og Bjarka Nielsen. ÍF var tó samanlagt betri í 2. hálvleiki, og botnliðið hótti javnan B36. Vilmer Rønnberg og Thomas Lillo manglaðu, B36 spældi harvið uttan nátúrligar miðverjar, málverji varð aftur skiftur til dystin, og sum heild hevur verjuparturin verið ein stórur trupulleiki í ár.

Hetta sást, og tá eitt korter var eftir, skoraði Uros Stojanov eitt "typiskt Uros-mál" við aftaru stongi. Størri trýst, eitt mál afturat lá í luftini, ÍF kundi - og burdi helst - fingið eitt brotsspark - og í 87. minutti javnaði Kasper Sommerstedt. Danin skoraði tvey mál í 4-4 javnleikinum millum liðni síðst í apríl.

ÍF fekk tó ikki stig móti B36 á hesum sinni, hóast avrikið var til tað. Í yvirtíðini spældi B36 aftur væl, og innskifti Mattias Hellisdal avgjørdi dystin. Harvið sluppu Hoseth og hansara menn við skrekkinum. Fyrsti sigur hjá B36 í Betrideildini síðani 13. mars (1-0 á EB/Streymi)

Álopsprofilar í hopla í Sarpugerði og við Løkin

B36 roynir at hanga í NSÍ. Í dag spældi liðið hjá Jens Wedeborg væl, har teir tríggir fremstu gjørdu bart. Klæmint Andrasson Olsen skoraði tvær ferðir, og Steffan Løkin og Petur Knudsen løgdu báðir upp og skoraðu - Betuel Hansen legði eisini væl upp til málið hjá Peturi.

Hol kom á beint fyri steðgin eftir nógvar stórar møguleikar til heimaliðið. Síðani gjørdist 2-0. EB/Streymur hótti eina løtu í 2. hálvleiki, áðrenn vælspælandi Steffan Løkin skoraði. NSÍ liggur væl fyri á evropeiskum plássi.

Víkingur heldur fram við at vinna. Olaf Bárðarson skoraði beinanvegin, og eftir 2-0 málið hjá Sølva Vatnhamar stutt fyri steðgin - eftir enn ein bóltmiss hjá Sebastian Lau Nielsen á B68-hálvuni - kom ikki ordiliga spenningur í dystin. Jørgen Nielsen kom eisini á máltalvuna í dag móti sínum gamla felagi. Ingi Jonhardsson var aftur á vøllinum, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen staðfesti aftur sína styrki.

14. umfar í Betrideildini
Í dag, sunndagin 23. juni

ÍF - B36 3-4 (1-2)
10' Zean Dalügge 0-1
11' Jhon Mena Perez 1-1
24' Jann Benjaminsen 1-2
69' Hannes Agnarsson 1-3
76' Uros Stojanov 2-3
87' Kasper Sommerstedt 3-3
90 (+1)' Martias Hellisdal 3-4

Sí meira um dystin her

Víkingur - B68 3-0 (2-0)
2' Olaf Bárðarson 1-0
38' Sølvi Vatnhamar 2-0
75' Jørgen Nielsen 3-0

Sí meira um dystin her

NSÍ - EB/Streymur 4-0 (1-0)
45 (+3)' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
50' Petur Knudsen 2-0
80' Steffan Løkin 3-0
90' Klæmint Andrasson Olsen 4-0

Sí meira um dystin her

17.00: HB - KÍ (2-0)

Í morgin, mánadagin 24. juni
19.00: Skála - 07 Vestur

Støðan í løtuni - um úrslitið í Gundadali heldur[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder