Fótbóltur

KÍ styrkir álopið

Sáttmáli er gjørdur við 23 ára gamlan norðmann úr triðbestu norsku deildini.

2024-06-23 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Joseph Michael Williams. Hann skal styrkja um álopið hjá føroyameistarunum.

Joseph kemur frá Arendal, sum spælir í Post Nord-Ligaen. Joseph hevur verið við í fýra dystum á norska U18 og U19 landsliðnum og yvir 130 dystir í vaksnamannadeildum her av 27 í Eliteseriuni, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Við heimasíðuna hjá KÍ sigur venjarin Espen Haug soleiðis um Joseph Michael Williams:

- Hann er ógvuliga sterkur kropsliga, dugnaligur taka ímóti bóltinum og kvikur í framrættaðum leiki. Nú gleði eg meg til at fáa hann í KÍ-hópin, har vit fara at arbeiða við at fáa útloyst hansara evnaríku eginleikar.

- Eg eri sera fegin um aftur at samstarva við Joseph M. Williams. Hann hevði longu sum 18 ára gamal sín fyrsta dyst í Eliteseriuni og hevur roynt seg á U-landsliðum. Eg var við til at fáa hann til Gjøvik/Lyn í fjør, har hann vísti sítt máltev við 10 málum í 13 dystum, sigur Espen Haug.

Sáttmálin við Joseph er til og við 2026. Hann er komin til Klaksvíkar í kvøld og venur við hópinum í morgin, sigur KÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder