Fótbóltur

Stórt drama í avgerandi løtunum

Týskland stóð at missa 1. plássið, men í yvirtíðini skoraði Füllkrug. Ungarn skoraði í 100. minutti og sendi harvið Skotland út. Barnabas Varga er tryggari støði eftir ógvusliga samanstoytin.

Bæði liðini satsaðu alt í yvirtíðini í Stuttgart, og har vóru ungarar skarpari enn skotar, sum eru úti. Ungarn sleppur møguliga víðari (Mynd: EPA)

Bæði liðini satsaðu alt í yvirtíðini í Stuttgart, og har vóru ungarar skarpari enn skotar, sum eru úti. Ungarn sleppur møguliga víðari (Mynd: EPA)

2024-06-23 22:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 3. umfari í EM-bólkaspælinum - og teir seinastu dystirnir í bólki A - vórðu spældir í kvøld. Hetta gjørdist als ikki óahugavert.

Uppgerð um fyrsta plássið í bólkinum millum Sveis og Týskland, og Sveis sá út til at trívast betri á meira enn ivasama graslíkinum í Frankfurt. Vertslandið vísti eisini ivasamt spæl og livdi ikki upp leikligu vónirnar. 

Dan Ndoye legði Sveis á odda eftir 27 minuttir, eftir gott álop, og var á veg móti sigrinum og 1. plássinum í bólkinum í yvir ein tíma av leiktíð.

Í yvirtíðini vísti áleyparin Niclas Füllkrug seg tó sum ein góðan innskiftara. Ein annar innskiftari - Raum - legði væl innfyri úr vinstru. Füllkrug stútaði bóltin heilt upp í málhornið, og so var stórur fagnaður í Frankfurt: Týskland er framvegis ósigrað í EM og er víðari sum eitt'ari. Sveis endar nummar tvey í bólkinum.

[object Object]
1-1 og eitt stig til Týskland, takkað verið Niclas Füllkrug, sum hevur skorað tvey EM-mál (Mynd: EPA)

Meira stóð uppá spæl í Stuttgart - eisini meira enn fótbóltur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki kom skotski málverjin Angus Gunn úr málinum á óstortligan hátt í sambandi við frísparksinnlegg og rakti bæði ein viðleikara og ein mótleikara.

Barnabas Varga varð raktur í andlitið. Bert ein endurtøka varð víst - langt frá - men tað varð ilt at síggja, júst hvat hendi. Støðan var tó týðiliga álvarasom. Stúrnir ungarar skundaðu undir at fáa hjálp, børu o.s.fr, tár vóru at síggja og Varga misti vitið. Ungarska fótbóltssambandið hevur tíbetur boðað frá, at Fernecvárosi-áleyparin hevur tað gott eftir umstøðunum og er á sjúkrahúsi.

[object Object]
ungarar kundu fegnast eftir síðsta bríksl: Um at vónin um víðari luttøku framvegis er har, og at Varga er í tryggari støðu eftir ógvusliga samanstoytin (Mynd: EPA)

Meðan arbeitt var við Varga, spældu Ungarn og Skotland fyri EM-plássinum. Javnleikur kundi ikki brúkast til nakað - soleiðis var hjá báðum - og tí kastaðu liðini so nógv fram sum gjørligt í 10-minuttir longu yvirtíðini. Hetta gav undirhald og fleiri spentar støður. Tað vóru ungarar, ið høvdu neyðuga skerpni, tá Csoboth fekk bóltin útfrá í brotsteignum frá Roland Sallai.

Hetta var eftir 99 minuttir: Øðiligur fagnaður millum ungarar í Stuttgart, meðan skotar aftur eru úti eftir eitt bólkaspæl. Ungsarska vónin livir: Kanska trý stig eru nóg mikið til at koma víðari sum ein av bestu trý'arunum - fýra av teimum seks koma víðari. 

[object Object][object Object][object Object][object Object]
Innskifti Kevin Csoboth gjørdist stóra hetjan hjá Ungarn (Mynd: EPA) 

EM 2024 - 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Í kvøld, sunnudagin 23.06 

Týskland - Sveis 1-1 (0-1)
28' Dan Ndoye (Remo Freuler) 0-1
90 (+2)' Niclas Füllkrug (David Raum) 1-1

Skotland - Ungarn 0-1 (0-1)
90 (+10)' Kevin Csoboth (Roland Sallai) 0-1 

Bólkur A
1. Týskland 7 stig 

2. Sveis 5 stig 
3. Ungarn 3 stig *
4. Skotland 1 stig **

Víðari til áttandapartsfinalurnar
*Møguliga víðari - fýra teir bestu 3'ararnir koma víðari
** Úti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder