Annað

Rógvi og Vár vunnu FM í styrkilyfting

Leygardagin varð skipað fyri FM í styrkilyfting í Havn, har 21 føroysk met vórðu sett.

2024-06-24 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vár Guriardóttir Hansen og Rógvi Sørensen blivu føroyameistarar í styrkilyfting hjá ávikavist kvinnum og monnum við FM 2024, ið Burn Íðkarar leygardagin skipaði fyri í snotuligu hølunum hjá Burn Klassik í Havn.

Nógvir áskoðarar vóru møttir at heppa teim 12 styrkilyftarunum, 4 kvinnum og 8 monnum, sum væluppløgd settu ikki færri enn 21 føroysk met í ymsu vektklassunum, harav kvinnurnar áttu 13.

FM-vinnarin varð funnin út frá IPF-GL-poengskipanini hjá International Powerlifting Federation.

Vinnararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum vóru:

Gull: Vár Guriardóttir Hansen, Megingjørð, 81,11 stig og Rógvi Sørensen, Burn Íðkarar, 85 stig.

Silvur: Andri Dam, Burn Íðkarar, 80 stig og Elisabeth Vang, Megingjørð, 78,6 stig.

Bronsa: Tordur Sigurðsson, 79,04 og Rósa Matras Jensen, 76,67 stig.

Hjá kvinnunum settu hesar føroysk met: Elisabeth Vang 3 met (-69 kg vektflokkur), Vár Guriardóttir Hansen 4 met (-76), Rósa Matras Jensen 3 met (-84) og Rósa Christiansen 3 met (84+). Staðfestast kann, at kvinnurnar, ið kappaðust leygardagin umboða stóru framgongdina hjá kvinnunum í løtuni.

[object Object]

Hjá monnunum blivu øll fýra metini sett í -73 kg vektflokkinum: Sofus B. Jakobsen átti trý av teimum seks metunum, meðan Ari av Rana, Teitur K. Johansen og Andri Dam átti eitt í part.

Styrkilyfting er eins og vektlyfting undirhaldandi at hyggja at, tí spenningurin er altíð stórur um, hvat ið einstaki lyftarin megnar; ímóti sær sjálvum og ímóti kappingarneytunum. Styrkilyfting er 3 greinar: beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlyft). 3 royndir eru í hvørjari grein.

Danski altjóða dómarin, Ole Olsen frá Dansk Styrkeløftforbund var høvuðsdómari, hinir báðir dómararnir vóru frá FSS. Slíkar kappingar eru tøkniliga krevjandi at fyriskipa, men FSS styrkir framhaldandi arbeiðsgongdirnar, ið eru grundaðar á regugerðina hjá IPF.

Úrslit frá kappingini og føroysk met síggjast inni á heimasíðuni hjá Føroya Styrkisambandi www.fss.fo.

Føroya Styrkisamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder