Fótbóltur

Víkingur og HB spæla seinnu hálvfinaluna 22. august

22. august verður greitt, hvør skal møta B36 í finaluni um Løgmanssteypið.

Dómari, spælarar og venjarar á veg av vøllinum, eftir at Eiler Rasmussen hevur slitið dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Dómari, spælarar og venjarar á veg av vøllinum, eftir at Eiler Rasmussen hevur slitið dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-24 13:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum varð avblást vegna veður, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august.

Spurningurin um, hvør skal møta B36 í finaluni um Løgmanssteypið skuldi verið svaraður mikukvøldið 19. juni, tá Víkingur tók ímóti HB í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld í Sarpugerði í Norðragøtu.

B36 hevði fyrr á degnum vunnu 3-0 á TB (3-1 samanlagt), og nú bíðaðu øll eftir, hvat hitt finaluliðið fór at vera.

HB vann fyrru hálvfinaluna móti Víkingi við einum máli móti ongum. So teir reyð-svørtu høvdu ein lítlan fyrimun, tá seinna hálvfinalan var sett í gongd.

Men tá ein stórur tími var spældur, valdi dómarin, Eiler Rasmussen at slíta dystin. Vindurin var tá blivið so mikið nógvur, at tað var heilt einfalt ikki spælandi í Sarpurgerði. Støðan var tá javnleikur 1-1 (2-1 til HB samanlagt).

Sambært grein 34, stk. 2 í kappingarreglugerðini hjá Fótbóltssambandi Føroya, kann dómarin, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í eina tíma.

Verður dysturin ikki tikin upp aftur, eru tað umsitingin og kappingarnevndin hjá FSF, ið áseta nýggjan dyst. Og nú er greitt, at nýggjur dystur skal spælast, og tað verður hósdagin 22. august klokkan 17:30.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder