Fótbóltur

Kroatia hevur knívin á barkanum

Neyðugt við sigri á evropameistarunum í kvøld - italiumenn kunnu koma víðari við javnleiki. Albania skal spæla sín møguleika móti spaniólum, sum hava vunnið bólkin.

Verður hetta seinasti EM-dysturin hjá Luka Modric nakrantíð? Kroatia spælir fyri 1/8-finaluplássinum klokkan 20 (Mynd: EPA)

Verður hetta seinasti EM-dysturin hjá Luka Modric nakrantíð? Kroatia spælir fyri 1/8-finaluplássinum klokkan 20 (Mynd: EPA)

2024-06-24 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð bólkur A avgjørdur undir dramatiskum umstøðum. Týskland og Sveis eru víðari sum ávíkavist eitt'ari og tvey'ari. Ungarn vann á Skotlandi við máli í 100. minutti, men noyðist at bíða fyri at síggja um trý stig røkka til at koma víðari sum ein av teimum fýra bestu trý'arunum.

Les eisini: Stórt drama í avgerandi løtunum

Tað verður helst ikki eins dramatiskt í bólki B. Spania er longu víðari sum vinnari og fer helst at spara nakað av fólki. Bindiliðið og límið á miðvøllinum, Rodri, hevur eisini leikbann. Spaniólar hava higartil víst seg ógvuliga væl fram ímóti Kroatia (3-0) og Italia (1-0), og venjarin Luis de la Fuente segði eftir dystin móti Italia, at Spania er besta liðið í EM-endaspælinum.

Um Albania kann gera nakað við spaniólar á einum øðrvísum spenningsstigi, fáa vit at síggja í Düsselfdorf í kvøld. Albania tiltuskaði sær stig móti Kroatia, har fyrri hálvleikur var góður hjá liðnum, sum føroyingar spældu ímóti í EM-undankappingini í fjør (1-3 á Tórsvølli og 0-0 í Tirana) Ein sigur móti Spania er krav, um Albania skal hava møguleika at koma víðari til áttandapartsfinalurnar.

[object Object]Føroyar fingu javnleik í albanska høvuðsstaðnum í november. EM-lagnan hjá Albania verður avgjørt móti Spania í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kroatia er í somu støðu sum Albania. Bert ein sigur í kvøld er nóg mikið til at koma víðari. Kroatar hava ikki livað upp til vónirnar higartil og blakaðu sigurin móti Albania burtur í yvirtíðini.

Italia er ikki á sama stigi sum fyri trimum árum síðani, og Spania var betri á øllum økjum í 2. umfari. Evropameistararnir standa seg við javnleiki í Leipzig í kvøld - í so fall er 2. plássið heima. Tapir Italia, so er plássið í áttandapartsfinalunum í øllum førum í vanda. Lagt er upp til tætta uppgerð millum Kroatia og Italia.

EM 2024 - seinasta umfar í bólkaspælinum
Í kvøld, týsdagin 24.06

20.00: 
Albania - Spania (DR2/DR TV)
Italia - Kroatia (KVF/DR1)

[object Object]
Støðan undan seinasta umfari (Mynd: portal.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder