Fótbóltur

Dysturin á Skála var møguliga tann seinasti hjá Steffen Landro

Fleiri góðar keldur hjá Portalinum siga, at Dan Brimsvík helst tekur yvir hjá 07 Vestur. Talan er tó ikki um endaliga váttaði tíðindi.

Málið hjá Steffen Landro var topp-fýra. 07 Vestur er ikki heilt so langt frá 4. plássinum, men hevur latið nógv mál inn - úrslitini hava verið svingandi (Mynd: jn/Jóanis Albert Nielsen)

Málið hjá Steffen Landro var topp-fýra. 07 Vestur er ikki heilt so langt frá 4. plássinum, men hevur latið nógv mál inn - úrslitini hava verið svingandi (Mynd: jn/Jóanis Albert Nielsen)

2024-06-24 21:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur vann 2-1 á Skála fyri løtu síðani og lyfti seg harvið upp á 18 stig fyri 14 dystir. Liðið er á 6. plássi og langt frá niðurflytingarvanda - sjey stig eru upp til NSÍ og 4. plássið-

Um hetta ikki verður sæð sum nóg gott í Vágum skal ikki sigast. Tó vita góðar keldur hjá Portalinum, at 07 Vestur hevur hugt uppá støðuna og aðrar møguleikar á venjarapostinum. 

Sambært okkara keldum hevur samband við millum 07 Vestur og Dan Brimsvík seinastu tíðina, og tað sigst, at tað helst ikki er langt frá einari avtalu.

[object Object]
Dan Brimsvík fór úr starvinum í B36 fyri tjúgu døgum síðani - helst síggja vit hann skjótt á síðulinjuni fyri annað føroyskt felag (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin hevur roynt at sett seg í samband við formannin í 07 Vestur, Jens Kristian Haraldsen, og Dan Brimsvík sjálvan. Hvørgin er til at fáa fatur á í løtuni. Aðrir persónar tætt við hava onga viðmerking ella siga seg ikki kenna til, at eitt venjaraskifti er ávegis.

Dan Brimsvík var staddur á Skála til dystin í kvøld.

Sìðsta summar fór Micheal Schjønberg úr 07 Vestur eftir fyrru hálvu, tá 07 Vestur var í uppaftur betri støðu. 07 Vestur hevur tveir dystir eftir áðrenn summarsteðgin - ÍF á heimavølli sunnudagin og lykladyst í Runavík fríggjadagin 5. juli.

Portalurin fylgir støðuni

14. umfar í Betrideildini
Í morgin, mánadagin 24. juni
Skála - 07 Vestur 1-2 (0-0)
49' Emil Grønn Pedersen (Maxwell Effiom) 0-1
62' Hans Erik Gunnarson 0-2
72' Carlos Ferreira 1-2

Meira um dystin sæst her

Støðan:[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder