Fótbóltur

Italia stjól 2. plássið í seinastu løtu

Modric skoraði, men hann og Kroatia eru eftir øllum at døma úti av EM-endaspælinum. Innskifti Mattia Zaccagni gjørdist hetjan hjá evropameistarunum við flottum máli í yvirtíðini.

Níggju minuttir av yvirtíð í Leipzig, og tað kom Italia til góðar. Mattia Zaccagni javnaði til 1-1, og evropameistararnir víðari sum nummar tvey í bólkinum (Mynd: EPA)

Níggju minuttir av yvirtíð í Leipzig, og tað kom Italia til góðar. Mattia Zaccagni javnaði til 1-1, og evropameistararnir víðari sum nummar tvey í bólkinum (Mynd: EPA)

2024-06-24 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í gjárkvøldið, var stórt drama tá ein EM-bólkur skuldi endaliga avgerðast í Týsklandi.

Spania hevði tryggjað sær 1. plássið, og við so gott sum einum eykaliði syrgdu spaniólar fyri, at Albania ikki kom víðari. Ferran Torres skoraði í 13. minutti eftir góða sending frá Dani Olmo, og hóast nakrar fínar albanskar møguleikar í 2. hálvleiki endaði tað 1-0. Liðið hjá de la Fuentes endar harvið við fullum stigatali og skal spæla móti einum trý'ara í áttandapartsfinaluni.

Í inntensa dystinum í Stuttgart lá tað og sveiggjaði. Kroatia skuldi vinna, og í 55. minutti vísti 38-ára gamli Luka Modric vegin. Fyrst brendi miðvallarin tó brotsspark - Donnarumma bjargaði - men eftir innlegg og enn eina Donnarumma-bjarging sló Modric til.

[object Object]
Kroatiskur fagnaður...(Mynd: EPA)

Kroatia var tá á veg víðari sum tvey'ari, men Italia skuldi bert brúka javnleik. Tað var ikki fyrrenn eftir 97 minuttir vóru spældir, at tað bragdaði. Mattia Zaccagni gjørdist hetjan hjá evropameistarunum. Kroatar góvu ov nógv pláss mitt fyri og til Zaccagni, sum nakað til vinstru av brotsteigarmarkinum legði bóltin í longra málhornið.

[object Object][object Object]
Men seinni var tað "Gli Azzuri" - evropameistararnir - ið kastaðu seg runt (Myndir: EPA)

Ovfarakæti á italiumonnum, sum skulu spæla áttandapartsfinalu móti Sveis,og hjartaskerandi tap fyri kroatar, sum skulu hava nógv hjálp í morgin og mikudagin, um liðið skal víðari sum ein av frægastu trý'arunum. Harvið er gylta tíðin hjá HM bronsu- og silvurvinnarunum hjá Zlakto Dalic helst av. Hetta er/var allarhelst seinasta EM-endaspælið hjá Luka Modric.

[object Object][object Object]
Ein syrgin Luka Modric - tann størsti í kroatiskari fótbóltssøgu (Myndir: EPA)

EM 2024 - seinasta umfar í bólkaspælinum
Í kvøld, týsdagin 24.06

Albania - Spania 0-1 (0-1)
Italia - Kroatia 1-1 (0-0)

Endaliga støðan í bólkinum:
1. Spania 9 stig

2. Italia 4 stig
3. Kroatia * 2 stig
4. Albania 1 stig

Víðari
Helst ikki víðari
Úti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder