Annað

Spæla fyrstu sandflogbóltsdystirnar í dag

Talan er um fyrstu skrásettu landsdystirnar í sandflogbólti, sum verða spældir í Bridlington í Onglandi.

2024-06-25 06:56 Author image
Innsent
placeholder

Ungu sandflogbóltsleikararnir saman við venjarum og liðleiðara eru komnir til Bridlington, sum liggur á ensku eysturstrondini. Tá tey fara á sandin til fyrsta dystin, fara tey samstundis at skriva eitt vet av føroyskari flogbóltssøgu.

Orsøkin er, at hetta er fyrsta ferðin, at føroysk lið eru við til skrásettar landsdystir í sandflogbólti.

Gamaní vóru føroysk lið við á Oyggjaleikunum á Bermuda í 2013 og á Jersey í 2015. Millum annað var liðleiðarin á ferðini í Bridlington, Lena í Buð úr Klaksvík, við á Oyggjaleikunum á Bermuda. Oyggjaleikadystirnir eru tó ikki skrásettir dystir í CEV samanhangi.

Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen hjá gentum og Hákun Nón og Rani Ákason hjá dreingjum verða sostatt fyrstu føroysku leikararnir, sum fara á sandin til skrásettar landsdystir í sandflogbólti fyri Føroyar. Hetta hendir, tá tey fara undir CEV-NEVZA kappingina fyri U18 landslið.

Kappingin er ein fyrireiking til evropameistarakappingina, sum verður í Georgia í døgunum frá 10. til 13. juli.

Høvuðsvenjari hjá liðunum er Oleksandr Dmytriiev, og hjálparvenjari er Boban Ilic. Ferðaleiðari er Lena í Buð.

Dystarskráin fyri innleiðandi bólkaspælið er hendan:

U18 Gentur - Vitalis / Johannesen:

Týsdagin 25. juni:
Kl. 09.50: Vitalis / Johannesen (FAR) - Jagielska / Quinn (ENG)
Kl. 13.10: Vitalis / Johannesen (FAR) - Tchandeu / Ngatcha (ENG)
Kl. 16.30: Skjåld / Våge (NOR) - Vitalis / Johannesen (FAR)

Mikudagin 26. juni:
Kl. 11.30: Jarmon / Levich (ENG) - Vitalis / Johannesen (FAR)
Kl. 14.50: Pétursdóttir / Krístiánsdóttir L (ISL) - Vitalis / Johannesen (FAR)

U18 Dreingir - Ákason / Nón:

Týsdagin 25. juni:
Kl. 12.20: Ákason / Nón (FAR) - Harðarson / Hákunarson (ISL)
K. 15.40: Harsum / Buntom (ENG) - Ákason / Nón (FAR)

Mikudagin 26. juni:
Kl. 09.00: Maghur / Robinson (ENG) - Ákason / Nón (FAR)
Kl. 13.10: Caesar / Gillies (SCO) - Ákason / Nón (FAR)
Kl. 16.30: Ákason / Nón (FAR) - Makowski / Cosgrove (ENG)

Nummar 1 og 2 í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalur, ímeðan hini liðini leika plaseringsdystir.

Nakrir av dystunum verða stroymdir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder