Fótbóltur

Dan Brimsvík kunngjørdur sum nýggjur venjari í Vágum

Menningin av ungum leikarum hevur størri raðfesting í 07 Vestur enn úrslitini her og nú.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-25 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eins og Portalurin skrivaði í gjár, so verður tað fyrrverandi venjarin hjá B36, Dan Brimsvík, sum verður nýggjur høvuðsvenjari hjá felagsliðnum í Vágum, 07 Vestur.

Hann avloysir norðmannin Steffen Landro, hvørs sáttmáli varð uppsagdur eftir dystin í Betrideildini móti Skála ÍF í gjárkvøldið. 07 Vestur vann dystin 2-1.

Les eisini: Dysturin á Skála møguliga tann seinasti hjá Steffen Landro

07 Vestur skrivar á heimasíðu síni í morgun, at tað er umráðandi at fáa spælt nakrar av ungu talentunum í felagnum inn á besta liðið. Og tað er við hesum fyri eyga, at Dan Brimsvík nú er settur sum nýggjur venjari.

Dan hevur UEFA A-Lisens, og hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í fleiri ár. Eisini hevur Dan royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK, umframt at Dan er útbúgvin bachelor í ítróttavísindum frá Københavns Universitet.

- Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði – innanfyri og uttan fyri vøllin, sigur nevndin.

Dan byrjar í starvinum ein av komandi døgunum.

- Eg vóni at kunna byggja upp á tað góða arbeiði, sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina, kenni eg meg sannførdan um, at vit síggja somu framtíðar møguleikar í felagnum.

- Nógvir dugnaligir leikarar eru í felagnum, og hetta sæst aftur á stigatalvuni, har liðið roynir at fáa fatur á ovara hálvuni. Samstundis er heilt týðiligt at síggja, at góða og drúgva arbeiðið, ið er lagt í ungdómsdeildina yvir fleiri ár nú sæst aftur, tí nógvir ungir evnaríkir leikarar eru í løtuni í felagnum. Hetta setir stór krøv til okkum í venjaratoyminum, tí okkara uppgáva verður, umframt at menna liðið, at menna einstaklingarnir soleiðis at ungu leikararnir yvir tíð hava møguleika at býta seg fastar á Betri liðnum, sigur Dan Brimsvík við heimasíðuna hjá 07 Vestur.

07 Vestur hevur heimadyst móti ÍF sunnudagin.

[object Object]
Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur, saman við nýggja høvuðsvenjaranum (Mynd: 07 Vestur)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder