Annað

Hilton Garden Inn Open á Glyvursnesi

Hetta vikuskiftið verður kappast í golfi bæði leygardag og sunnudag.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-25 12:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskiftið, 29. og 30. juni, verður kappingin Hilton Garden Inn Open leikt á golfbreytini á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum ein stablefordkapping við 75 prosent av handikappinum. Eisini verður kappingin býtt upp í tvær kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol.

Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst par 3-holunum.

Tey ið spæla 18 hol byrja klokkan 9, meðan tey ið spæla 9 hol byrja klokkan 10:30.

Hilton Garden Inn stuðlar kappingini og letur vinnarunum góðar vinningar.

Kappingin er ein opin kapping sum merkir, at allir golfleikarar við einum handikappi í mesta lagi upp á 54,0 kunnu luttaka í kappingini, hóast teir ikki eru limir í Tórshavnar Golffelagi.

Golfsamband Føroya hevur avgjørt, at kappingin Hilton Garden Inn Open er ein av  úttøkukappingunum til oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum í 2025.

Meira kunning um kappingina her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder