Fótbóltur

Liðini megnaðu einki frameftir

Danmark og Slovenia vildu eisini lítið og einki, sum 2. hálvleikur leið. Bæði eru víðari saman við Onglandi, ið aftur var eitt stórt vónbrot. Danmark tvey'ari uttan at vinna nakran dyst í keðiligasta EM-bólkinum og skal hitta Týskland.

Ongland vann tepurt á Serbia og spældi síðani javnr móti Danmark og Slovenia. Liðið hjá Southgate skoraði tvey mál í bólkaspælinum og leitaði eyðsæð eftir loysnum og rútmu - nógv skal betrast, um Ongland skal koma heilt langt (Mynd: EPA)

Ongland vann tepurt á Serbia og spældi síðani javnr móti Danmark og Slovenia. Liðið hjá Southgate skoraði tvey mál í bólkaspælinum og leitaði eyðsæð eftir loysnum og rútmu - nógv skal betrast, um Ongland skal koma heilt langt (Mynd: EPA)

2024-06-25 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er deiligt fyri tey, ið elska undirhald í fótbólti, at bólkur C í EM-endaspælinum er av. Ógvuliga keðiligur fótbóltur á nógvan hátt við fýra liðum, sum alla tíðina í minsta lagi vóru til reiðar at hála í hondbremsuna. 

Tað varð eisini hóskandi sett punktum við tveimum 0-0 dystum, har ógvuliga fáir málmøguleikar vóru. Onglandi vísti nakað meira frameftir enn í dystinum móti Danmark, men avrikið og úrslitið - við so at siga sterkasta liði - móti Slovenia, fær alt annað enn góð skoðsmál í Sky Sports og øðrum miðlum í kvøld. Áskoðarar á staðnum í Köln vístu eisini sína ónøgd.

Ongland skal vísa nakað heilt annað í "knock-out"dystunum, og trýstið á Southgate og hansara menn er ikki lækka eftir javnelikin í kvøld. Ongland vann bólkin men at skora tvey mál í trimum dystum móti slíkum liðum, tá man hevur hesa manningina, er undir alt lágmark.

Danmark hevur heldur ikki víst seg serliga væl fram. Kasper Hjulmand hevur bert vunnið ein av níggju bólkaspælsdystum í sínari tíð. Í dag var Serbia á skránni - eitt lið sum so at siga einki skapti í 90 minuttir hóast ein sigur á Danmark var neyðugur. Hetta vitnar eisini um ein fínan verjupart hjá dønum, men tað tyktiskt sum, at danir við sínari yvirvág við bóltinum burdu verið nærri at skora fleiri ferðir. Ístaðin vantaði góðska, greiðar avgerðir og dirivi á seinasta triðingi.

Sum heild var hetta ein bólkur, har heilt lítil íblástur var at finna, hvat álopskendum og undirhaldandi fótbóltsspæli viðvíkur. Ein ógvuliga málfátækur bólkur: Sjey mál í seks dystum, harav fimm endaðu við javnleiki. Eingin annar EM-bólkur við so fáum málum og ein, sum við føroyskum eygum sá spennandi út við Danmark og Onglandi, var stórt vónbrot fyri sjónvarpshyggjarar og fleiri fótbóltselskarar.

[object Object][object Object]
Eriksen og Bellingham skoraðu tíðliga í fyrstu dystunum hjá liðum síðani, men í kvøld kom ikki so nógv burturúr. Danir vóru ikki beinleiðis ovurfegnir, eftir at bíliga plássið í1/8-finalunum var komið í hús - ongleindingar vóru so sanniliga ikki nøgdir (Mynd: EPA)

[object Object]
Slovenar, sum stóðu seg best í hesum bólkinum í mun til umstøður og væntanir, vóru hinvegin ovurfegnir (Mynd: EPA)

Slovenar kunnu vera mest nøgdir: Javnleik móti trimum liðum, sum eru styrkismett omanfyri Slovenia. Tann móti Onglandi var tann størsti av hesum. Tað er enn óvist, hvørjum bólkavinnara Slovenia skal spæla ímóti. 

Slovenia endaði við sama stigatali og júst somu málúrttøku sum danir. Liðini vóru jøvn innanhýsis og í gulum kortum, og tí varð heilt nakað annað enn avrik í endaspælinum avgerandi fyri 2. plássið: Pláss á FIFA-styrkislistanum. Har er liðið hjá Hjulmand frammanfyri, og Danmark sníkir seg harvið víðari á ógvuliga bíligum 2. plássi. Leygarkvøldið skulu danir stríðast við týsku vertirnar í Dortmund.

Ongland skal spæla móti Niðurlondum ella trý'arunum í bólki E. Hann verður avgjørdur í morgin. Har hava Rumenia, Belgia, Slovakia og Ukraina øll trý stig  áðrenn seinasta umfar.

Bólkur C:
Ongland - Slovenia 0-0

Danmark - Serbia 0-0

1. Ongland 5 stig 
2. Danmark 3 stig *
3. Slovenia 3 stig *
4. Serbia 1 stig

* Málúrttøka og innanhýsis púra jøvn, men Slovenia er lægri enn Danmark á FIFA-styrkislistanum. Harvið enda danir á 2. plássi og Slovenia á 3. plássi.
Víðari
Ikki víðari

-----------------------------------------

Bólkur D:
Niðurlond - Eysturríki 2-3 (0-1)

Frakland - Pólland 1-1 (0-0)

1. Eysturríki 6 stig
2. Frakland 5 stig 
3. Niðurlond 4 stig 
4. Pólland 0 stig

Víðari
Ikki víðari

Les eisini: Eysturríki snýtti Niðurlond og Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder