Bæði slovakar og rumenar vistu, at javnleikur var nóg mikið - likamikið hvussu tað endaði í hinum dystinum. Harvið endaði tað sjálvandi við javnleiki í Frakfurt.
Í 1. hálvleiki var dysturin tó opin, og liðini leitaðu eftir málum. Tey fingu eisini hvør sítt: Rumenia við brotssparki í 37. minutti, eftir at VAR-kanning vísti á, at annað beinið hjá Ianis Hagi var beint innanfyri 16-metur linjuna, tá takklingin varð framd.
1-1 og sum 2. hálvleikur leið sást meira og meira týðiligt, at bæði vóru heilt nøgd við hetta - hóast Slovakia endaði á 3. plássi. Liðini nýttu nógva tíð til alt og tóku fáar møguleikar í spælinum. Eftir seinasta bríksl var stórur fagnaður í báðum legunum. Serliga á rumenunum sum vunnu bólkin og harvið hava Slovenia ella Niðurlond á skránni týskvøldið.
Tey stríddist eina løtu um stig, men móti endanum var ógvuliga greitt, at liðini í Frankfurt bæði vóru heilt nøgd við støðuna (Mynd: EPA)
Ukraina úti - størri ónøgd um Belgia
Tað kom einki mál í Stuttgart. Hetta kom heilt illa við hjá ukrainum, ið annars høvdu fleiri góðar støður. Tað vantaði tó skerpni, og serliga Faes í miðverjuni og Casteels í málinum hjá Belgia vóru væl fyri nakrar ferðir. Harvið stóð Ukraina eftir við svartaperi í ógvuliga tætta bólkinum. Stórtapið í fyrsta dystinum móti Rumenia kostaði dýrt.
Í belgiska spælinum við bólti vantaði nógv, og fýra stig í trimum dystum hjá hægst styrkismetta liðnum í bólkinum er ikki serliga flott. Hetta fingu belgisku spælararnir eisini at sanna stutt eftir seinasta bríksl.
Liðformaðurin Kevin De Bruyne var á veg móti belgisku áskoðarunum við liðfeløgunum í hølunum, men ein rúgva av buh-rópum heglaðu móti spælarunum. Ákkoðarar floytaðu eisini og vístu seína ónøgd - tað kundi helst verið "ljótari", um spælararnir fóru oman har.
Munur á ukrainum og teimum hjá Belgia eftir seinasta bríksl - spælararnir hjá Belgia í heldur løgnari støðu, sum var "kiksað". (Myndir: EPA)
til ber at síggja og lesa meira um sport.tv2.dk.
Av tí at Belgia ikki vann, endaði liðið á 2. plássi í bólkinum og skal hitta Fraklandi í áttandapartsfinalu mánakvøldið.
EM 2024 - 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Slovakia - Rumenia 1-1 (1-1)
Ukraina - Belgia 0-0
Bólkur E:
1. Rumenia 4 stig (+1)
2. Belgia 4 stig (+1)
3. Slovakia 4 stig (0)
4. Ukraina 4 stig (-2)
Víðari
Seinastu dystirnir í bólkaspælinum verða spældir nú.
Bólkur F:
Portugal 6 stig *
Turkaland 3 stig
Kekkia 1 stig
Georgia 1 stig
* Víðari - sum vinnari av bólkinum
20.00:
Georgia - Portugal (TV2/TV2 Play)
Kekkia - Turkaland (TV2 Sport X/TV2 Play)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald