Fótbóltur

Georgia framdi bragdið í Gelsenkirchen

Landið, sum er við til eitt endaspæl á fyrsta sinni, basti Portugal og er víðari til áttandapartsfinalurnar. Turkaland sló undirmannaða Kekkia út í drama í Hamburg.

Landshetjur í Georgia. Tað er tað, sum fótbóltsspælararnir úr landinum við nakað yvir trimum milliónum íbúgvum eru. (Mynd: EPA)

Landshetjur í Georgia. Tað er tað, sum fótbóltsspælararnir úr landinum við nakað yvir trimum milliónum íbúgvum eru. (Mynd: EPA)

2024-06-26 22:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í september í fjør vann Spania 7-1 á Georgia í Tbilisi í EM-undankappingini. Sunnukvøldið skulu liðini hittast aftur. Tað verður í Köln - í áttandapartsfinaluni í EM-endaspælinum.

Tað gongur skjótt í fótbólti. Georgia er nú til sítt fyrsta EM-endaspæl. Ikki vegna tey átta stigini í undankappingini men gjøgnum góðu avrikini í Nations League, sum endaðu við avgerandi sigri í brotssparkskapping móti Grikkalandi. EM-vinnararnir frá 2004 ov stuttir, og Georgia gjørdist sigursharri úr Deild C í Nations League, har Føroyar eisini vóru við.

Nú hevur Georgia eisini fingið sín fyrsta sigur í einum endaspæli og eisini spælt seg víðari á fyrsta sinni. Hetta gjørdist veruleiki eftir flottan sigur á Portugal, sum gamaní spardi teir flestu av føstu monnum og hevði vunnið bólkin áðrenn. Tó vóru nógvir spælarar við høgum virði og úr stórum feløgum á vøllinum fyri Portugal, og Cristiano Ronaldo spældi - aftur uttan at skora - í beint yvir ein tíma.

[object Object]Ikki tað besta kvøldið hjá Cristiano Ronaldo og hansara liðfeløgum...(Mynd: EPA)

[object Object]...men hjá Kvicha Kvaratskhelia og liðfeløgunum var tað eitt søguligt og púra ógloymandi kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]
Georges Mikautadze var ísakaldur úr elliv metrum og er hann nú EM-toppskjútti við trimum málum (Mynd: EPA)

Álopskendu stjørnurnar hjá Georgia skinu tó bjartast saman við sterka og tryggja málverjanum Giorgi Mamardashvili, umframt einum ógvuliga vælskipaðum og stinnum verjuparti. Hetta var nóg mikið at fremja bragdið. 23-ára gamli Kvaratskhelia úr Napoli (Kvaradona) skoraði longu eftir gott kontraálop í 2. minutti. Javngamli Georges Mikautadze legði upp tá og skoraði sjálvur trygt við brotssparki í 57. minutti. Bæði málini komu eftir stór mistøk unga verjuspælaranum Antonio Silva.

Mikautadze hevur skorað í øllum trimum bólkaspælsdystunum og er nú EM-toppskjútti. Georgia vann 2-0 í kvøld og fekk fýra stig. Hetta var nóg mikið til at koma víðari sum trý'ari, og tað hevði georgisk gleðistár og ein øgiligan fagnað í Gelsenkirchen. Skjótt skal liðið hugsavna seg um nýggja stóra uppgávu móti Spania. Portugal skal spæla móti Slovenia í 1/8-finaluna.

[object Object]
Áskoðarar úr lutfalsliga lítla eysturevropeiska landinum í ovfarakæti...

[object Object]Mynd: EPA

Turkaland dró longra stráið

At Kekkia fekk eitt stig móti Turkalandi er ikki so galið eftir umstøðunum: Í undirtali í 70 minuttir, uttan álopsstjørnuna Patrik Schick og aftanfyri eina løtu í 2. hálvleiki.

Javnleikurin kundi tó ikki brúkast til nakað. Antonin Barak fekk tvey býtt gul kort fyrstu tjúgu minuttirnar. Liðfelagarnir stríddust víðari, liðformenninir hjá liðunum skoraðu hvør sítt mál í 2. hálvleiki eftir góð skot men rótutar støður, og so satsaði Kekkia alt móti endnaum. Hetta kostaði í yvirtíðini: Cenk Tosun skoraði í mótálopi til 2-1, og so flippaðu teir mongu turkarnir í Hamburg út.

[object Object]Hakan Calhanoglu vísti vegin hjá Turkalandi (Mynd: EPA)

Turkaland víðari sum tvey'ari, fagnaður - og rok - eftir dystin. Fleiri gul kort givin, og samanlagt komu 18 (16 gul og tvey reyð) í rótuta dystinum. Eins og hini bæði liðini, ið vunnu seg víðari úr undankappingarbólkinum hjá Føroyum, er Kekkia nú úti. Albania og Pólland endaðu eisini aftast í sínum bólkum. Teir vóru tó nakað væl sterkari enn tann hjá kekkum.

EM 2024 - 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum

Georgia - Portugal 2-0 (1-0)
2' Kvicha Kvaratskhelia 1-0
57' Georges Mikautadze, br. 2-0

Kekkia - Turkaland 1-2 (0-0)
51' Hakan Calhanoglu 0-1
66' Thomas Soucek 1-1
90 (+4)' Cenk Tosun 1-2

Reytt kort: Antonin Barak, Kekkia (20')

Bólkur F:
1. Portugal 6 stig 
2. Turkaland 6 stig
3. Georgia 4 stig
4. Kekkia 1 stig

Víðari 

Meira frá dystinum sæst ovast á Portalinum

Bólkaspælið er nú liðugt. Tveir frídagar eru í Týsklandi - leygardagin 29. juni byrja áttandapartsfinalurnar. Meira um hetta seinni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder