Fótbóltur

Soleiðis stilla liðini upp til stórdystin í Sarpugerði

Sølvi Vatnhamar er aftur á Víkinga-liðnum. HB hevur eisini sterkt lið. Fyrsta bríksl í HB - Víkingi verður klokkan 18.30.

Sølvi varð spardur móti EB/Streymui leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sølvi varð spardur móti EB/Streymui leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-04 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

37-ára gamli 10'arin varð spardur móti EB/Streymi leygardagin, tá Víkingur vann 4-0. Jóhan Petur Poulsen hevur so at siga sama lið hesaferð - einasti munurin er, at Søvi Vatnhamar avloysir Árna Nóa Atlason sum tann álopskenda á miðjuni

Víkinur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen - Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

[object Object]
Dómaraseðilin til dagsins oddadyst (Mynd: FSF)

Bæði liðini hava ymiskt at skjóta við frá bonkinum. Mikkel Dahl verður í kvøld fremsti maður hjá HB, og Leivur Guttesen avloysir Mohammed Samba á høgra vongi, í mun til tapið á Svangaskarði seinast. 

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási Dam - Hanus Sørensen, Eivind Restorff Mouritsen, Sammy Skytte - Leivur Fossdal Guttesen, Mikkel Dahl, Áki Samuelsen 

Sí eisini: Sarpugerd karmur um størsta dystin higartil í kappingarárinum

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, hósdagin 04.07

18.30: 
Víkingur - HB
KÍ - B36

Les eisini: Stórdystir á skránni í kvøld

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig *
8. B68 11 stig *
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri

Portalurin verður á staðnum - við millum annað mikrofon og myndatóli. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara frá klokkan 18.30. Dysturin sæst í Televarpinum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder