
Í vikuni skrivaði nordlys.no, ið er stórt miðlahús í Tromsø, at Andras Gango er nýggjur málmansvenjari hjá Trømso IL. Felagið spælir í bestu norsku deildini.
Gango umboðaði seinast NSÍ sum leikari. Fyrst í januar kunngjørdi felagið, at hann fór at vera partur av toyminum rundanum besta liðið sum málmansvenjari í 2019 saman við Jens Martini Kundsen, umframt at hann fór at venja málverjarnar í ungdómsdeildini.
Nú hevur 35-ára gamli ungarin, ið kom til Føroya í 2006 at verja málið hjá ÍF, tikið av nýggjari avbjóðing í Noregi.
Andras Gango er í gongd við hægstu málmansútbúgvingina hjá UEFA. Hann kemur framvegis at vera málmansvenjari hjá U21 landsliðnum hjá Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald