Fótbóltur

KÍ-kvinnur harða mótstøðu í Champions League

SFK Sarajevo verður mótstøðulið hjá KÍ 4. september. Tá skulu KÍ kvinnur spæla um at koma í bólkafinalu.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-05 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lutakast hevur í morgun verið í Champions League hjá kvinnum. Kappingin er skipað við innleiðandi bólkum, og KÍ-kvinnurnar eru í bólki eitt.

KÍ spælir móti SFK Sarajevo í aðrari hálvfinaluni meðan SL Benfica og FC Nordsjælland spæla í hinari hálvfinaluni.

Hálvfinalurnar verða leiktar 4. september og bólkafinala og dysturin um triðja plássi verður leiktur 7. september.

Enn er ikki greitt, hvar dystirnir verða leiktir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder