Fótbóltur

Tottenham snávaði aftur - botnlið vunnu týðandi sigrar

Seks dystir í Premier League eru leiktir seinnapartin, og talan gjørdist um áhugaverd úrslit.

Son og Tottenham taptu í Southampton í dag
(Mynd: EPA)

Son og Tottenham taptu í Southampton í dag (Mynd: EPA)

2019-03-09 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dystirnir ið eru leiktir higartil í dag í 30. umfari, kunnu fáa stóra ávirkan á serliga botnstríðið, men eisini stríðið um topp-fýra. Tvey lið tykjast at verða so gott sum farin, eini seks stríðast ein harðan dyst við strikuna, og tvey sluppu sær burtur við sigrum í dag:

Crystal Palace – Brighton 1-2 (0-1)

Cardiff - West Ham 2-0 (1-0)
Huddersfield - Bournemouth 0-2 (0-1)
Leicester – Fulham 3-1 (1-0)
Newcastle – Everton 3-2 (0-2)
Southampton – Tottenham 2-1 (0-1)

Dagurin byrjaði við, at Brighton vann ein týdningarmiklan sigur í London. Palace var trý stig frammanfyri undan dystinum, men liðið úr Suðuronglandi hevur nú eisini 33 stig. Tað skuldi visa seg, at liðini beint niðanfyri vunnu seinni. Brighton misti einki í botnstríðnum - Palace er nú aftur íblandað.

Cardiff hevur vunnið nøkur góð stig á heimavølli í ár, og í dag eydnaðist at fáa trý stig móti West Ham. Waliska liðið er tó framvegis undir strikuni, tí Southampton megnaði at venda dystinum móti Tottenham. Pochettino hevði leikbann á sínum gamla heimavølli, og hann sá sínar leikarar fara av vøllinum fjórða dystin á rað í Premier League uttan at vinna. Útiliðið var tó greitt omaná í 1. hálvleiki, og Harry Kane legði Tottenham á odda. Dele Alli var eisini við aftur eftir skaða, men sum seinni hálvleikur leið, legði Southampton tryst á, og tað gav úrslit eitt korter fyri tíð. Eins og á Old Trafford seinasta vikuskifti skoraði ungi vongbakkurin, Yann Valery, og nakar minuttir seinni skoraði James Ward-Prowse aftur eitt frálíkt fríspark. Tottenham megnaði ikki at svara aftur, og er nú heldur kroyst í stríðnum um Champions League plássini.

Í Newcastle framdi heimaliðið eitt flottari comeback. Everton skoraði tvær ferðir í 1 hálvleiki, og Newcastle misnýtti brotsspark, men í 2. hálvleiki gjørdist Ayoze Perez stóra hetjan við first einum uppleggi og síðani tveimum málum ímóti endanum. Jaimie Vardy gjørdi nakað líknandi; í 1. hálvleiki legði hann upp til Youri Tielemans – seinast ímóti Watford vóru leiklutirnir umbýttir - og eftir at Fulham hevði javnað, avgjørdi Vardy dystin við tveimum málum. Fyrsti sigur hjá Brendan Rodgers í nýggja starvinum. Eins og Fulham er Huddersfield á veg niður. Í dag tapti liðið á heimavølli, og nú eru 16 stig upp til strikuna; Fulham hevur 13 stig upp.


17.30: Manchester City – Watford (0-0)

Manchester City *

 

71 stig

2


Liverpool *

 

70 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

61 stig

4

Manchester United *

 

58 stig

5

Arsenal *

 

57 stig

6

Chelsea **

 

56 stig

7

Wolverhampton *

 

43 stig

8

Watford * 

 

43 stig

9

West Ham

 

39 stig

10


Leicester 

 

38 stig

11


Everton

 

37 stig

12

AFC Bournemouth

 

37 stig

13

Newcaslte 

 

34 stig

14


Crystal Palace 

 

33 stig

15

Brighton & Hove Albion *

 

33 stig

16

Southampton 

 

30 stig

17

Burnley *

 

30 stig

18

Cardiff

 

28 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig

* Ein dyst færri
** Tveir dystir færri



placeholder
placeholder