Í gjárkvøldið fór nærum fullfermt flogfar úr Vágum til Riga í Lettlandi. Við vóru bestu mansliðini hjá bæði B36 og Víkingi umframt fjepparar hjá liðunum.
B36-hópurin í Vágum í gjárkvøldið (Mynd: B36)
Ørindini er evropafótbóltur. B36 spælir mikudagin móti FK Auda úr høvuðsstaðarøkinum, sum hevur verið í bestu lettisku deildini í hálvt triðja ár.
Víkingur spælir hósdagin móti FK Liepaja. Liðið liggur aftast í heimligu kappingini í løtuni. Liðið hevur bert vunnið ein dyst síðani 14. apríl, og harvið er støðan heilt øðrvísi enn tann hjá føroyska oddaliðnum.
Flogið verður aftur til Føroya hóskvøldið.
(Mynd: Víkingur)
(Mynd: Víkingur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald