Fótbóltur

Video: - Skulu vera nøgdir um vit vinna

Espen Haug vísir á, at KÍ skal vera sterkari í verjustøðu í Evropa, enn liðið hevur verið í landskappingini. Eisini er umráðandi at vera effektivir frammafyri málinum, sigur høvuðsvenjarin undan Champions League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-09 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Portalurin fekk undan venjing orðið á norska høvuðsvenjaran hjá KÍ, sum í morgin skal standa á odda fyri sínum fyrsta Champions League-dysti.

Espen Haug er greiður yvir, at KÍ skal standa seg betri í serliga verjustøðu enn higartil í ár. Eisini er neyðugt við uppaftur størri skerpni í álopsstøðu í Evropa.

- Vit kunnu ikki vænta at bara vinna við fleiri málum í morgin. Men um vit vinna fyrra dystin, so eru vit nøgdir.

Venjaratoymið hjá KÍ hevur hugt eftir Differdange 03, sum í mai lyfti steypið í Luksemborg. Meistararnir spældu venjingardystir um vikuskifti, og teir sóu KÍ-venjararnir. Haug sigur, at nakrir álopskendir profilar avgjørt eru, at 12 spælarar eru lagdir afturat hópinum, men at liðið eisini hevur mist nakað í summar.

Sí alla samrøðuna omanfyri

UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í morgin, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03

Les eisini: 
KÍ stendur sum favorittur
B36 og KÍ leggja til brots mikudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder