placeholder
Fótbóltur

Liverpool skal svara aftur - stórdystur um 4. plássið

Fýra av topp seks liðunum skulu í eldin í dag; Liverpool skal royna at minka um munin til City, Chelsea til liðini beint omanfyri, og Arsenal og United bresta saman á Emirates.

Paul Pogba hevði leikbann í París; í dag eru hann og liðfelagirnir á vitjan í London(Mynd: EPA)

Paul Pogba hevði leikbann í París; í dag eru hann og liðfelagirnir á vitjan í London(Mynd: EPA)

2019-03-10 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir seinastu dystirnir í 30. umfari í Premier League verða leiktir í dag. Talan eru um dystir, ið kunnu fáa ógvuliga stóran týdning; serliga í oddastríðnum og stríðnum um topp-fýra: 

12.00: Liverpool - Burnley (TV3+/Viaplay)
14.05
: Chelsea - Wolves (6'eren/Viaplay)
16.30: Arsenal - Manchester United (6'eren/Viaplay)

Liverpool vann heili 5-0 á Burnley í næstseinasta umfari, men í seinastu fýra dystunum er tað einastu ferð, at liðið hjá Klopp hevur skorað. Burnley hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar ímóti kappingarneytum í botnstríðnum, og eftir at Southampton, Cardiff, Newcastle og Brigton vunnu í gjár, hevur liðið há Sean Dyche tørv á stigum. Tað verður tó ógvuliga trupult ímóti Liverpool, ið eisini hevur knívin á barkanum og jagstrar meistaraheitið. City vann í gjár, har fyrsta málið skuldi verið kolldømt fyri rangstøðu, og har fyrrverandi Liverpool-leikarin, Raheem Sterling, gjørdi hattrick. Munurin er harvið fýra stig. 

Chelsea sær út sum eitt lið, ið er á veg uppeftir. Sigurin á Tottenham í næstseinasta umfari var sera umráðandi, og liðið hevur ikki tapt eftir 90 minuttir fimm teir seinastu dystirnar. Í dag skal Chelsea royna at sláa til, eftir at Tottenham aftur misti í gjár, og nú Arsenal og/ella United ikki fáa fult hetta vikuskifti.

Júst hesi liðini hittast í London í seinasta dystinum. Gomlu fíggindarnir skulu stríðast um sera umráðandi stig. Arsenal kann yvirtaka 4. plássi frá United við sigri, ið hinvegin kann trekkja frá og koma ájavnt við Tottenham á 3. plássi.

Liðini høvdu heilt ymiskar upplivingar í Fraklandi í miðvikuni; United megnaði onkursvegna at spæla seg víðari ímóti PSG við 10 leikarum, ið ikki vóru tøkir - kvøldið eftir tapti Arsenal 3-1 fyri Rennes, og er harvið í trongum skóm í Europa League. Í januar vann United 3-1 á Emirates leikvøllinum í FA Cup, so ymiskt talar fyri at liðið hjá Solksjær fær eitt gott úrslit í morgin. Norski venjarin hevur ikki roynt at tapt enn í Premier League, men Arsenal hevur fyrr í ár prógva, at liðið kann standa seg ógvuliga væl ímóti hinum topp-seks liðunum.

Arsenal hava nakrar langtíðarskaðar, har Hector Bellerín er tann mest eyðsýndi. Lucas Torreira hevur leikbann eftir reyða kortið í North London-uppgerðini seinasta vikuskifti. Hjá United eru Martial og Matic við í hópinum aftur.  

Manchester City 

 

74 stig

2


Liverpool *

 

70 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

61 stig

4

Manchester United *

 

58 stig

5

Arsenal *

 

57 stig

6

Chelsea **

 

56 stig

7

Wolverhampton *

 

43 stig

8

Watford 

 

43 stig

9

West Ham

 

39 stig

10


Leicester 

 

38 stig

11


Everton

 

37 stig

12

AFC Bournemouth

 

37 stig

13

Newcaslte 

 

34 stig

14


Crystal Palace 

 

33 stig

15

Brighton & Hove Albion *

 

33 stig

16

Southampton 

 

30 stig

17

Burnley *

 

30 stig

18

Cardiff

 

28 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder