Fótbóltur

Yvirlit: 1. umfar í 1. deild

Niðurflytarnir vunnu á silvurvinnarunum, KÍ vann á arvafíggindanum í seinastu løtu, og annar uppflytarin fekk javnleik á Svangaskarði.

07 Vestur fekk ein 2-0 sigur í Runavík í 1. umfari í næstbestu deildini
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

07 Vestur fekk ein 2-0 sigur í Runavík í 1. umfari í næstbestu deildini (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2019-03-10 08:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er stórt vikuskifti fyri føroyskan fótbólt, nú 1. umførini í tveimum teimum fremstu deildunum hjá monnum og í fremstu deildini hjá kvinnum vóru á skránni. Í dag er tað tað heilt stóra; Betrideildin hjá monnum byrjar.

Í gjár vunnu KÍ og ÍF/Víkingur/B68 í fyrsta umfari í Betrideildini hjá kvinnum. Í næstbestu deildini hjá monnum var eisini fult umfar:

1.deild menn: 

1 09.03.19 15:00 Víkingur EB/Streymur 3-2 
1 09.03.19 15:00 B68 B36 1-1
1 09.03.19 15:00 B71 SKÁLA 0-0
1 09.03.19 15:15 HB 1-0
1 09.03.19 17:30 NSÍ 07 Vestur 0-2

(Talva: fsf.fo)

Merkisvert var, at B36, ið flutti upp sum nummar tvey úr 2. deild, fekk stig á Svangaskarði. 17-ára gamli Andrass Johansen legði B36 á odda beinanvegin. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik javnaði ein annar ungur og evnaríkur leikari; Bárður Ólavsson Jensen. Hin uppflytarin fekk útjavnað 2-2 leiðsluna hjá Víkingi í Leirvík, men 16-ára gamli innskifti Aron Jarnskor Ellingsgaard avgjørdi við brotssparki fimm minuttir fyri leiklok. 

07 Vestur flutti niður, og er favorittur at flyta upp. Í gjár hevði liðið ein á pappírinum truplan útidyst í Runavík. NSÍ endaði í fjør nummar 2 við fleiri ungum og evnaríkum leikarum, men hevur m.a. mist Steffan A. Løkin, ið nú er í EB/Streymi. Vágamenn vunnu 2-0 við Løkin; Salomon Kwao og Hørður Egilsson vóru málskjúttar.

Málleyst var á Sandi, og tað var nær við at enda tað við Djúpumýru, har HB var á vitjan. Men í yvirtíðini tryggjaði fyrrverandi HB-leikarin, Bárður Johnsson Heinesen, heimaliðnum ein søtan sigur. 

 

placeholder
placeholder