Hondbóltur

Full hondbóltsskrá í dag

Grannauppgerðir eru á skránni í Havn - talan kann gerast um avgerandi dag í Okkara- deildini.

Eins og í steypafinaluni skulu teir grønu og bláu stríðast um Havnina(Mynd: Jens Kr. Vang)

Eins og í steypafinaluni skulu teir grønu og bláu stríðast um Havnina(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-10 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í fremstu kvinnudeildini og tríggir dystir í fremstu mansdeildini verða leiktir í dag: 

SMS-deildin: 
14.00: Neistin - Kyndil  
15.00: Stjørnan - VÍF
18.30: H71 - StÍF

Okkara-deildin: 
16.00: Kyndil - Neistin
18.30: KÍF - VÍF
20.00: H71 - StÍF

Hjá kvinnum eru H71 og VÍF greiðir favorittar, men talan kann gerast um lumpisliga uppgávu hjá VÍF norðuri í Klaksvík. Stóri dysturin í umfarinum er tann fyrsti. Grannarnir bresta saman í Stórhøllini, og Kyndil kann við sigri hála inn á tær í bláum. Hóast Neistin er frammanfyri á stigatalvuni, kann steypvinnarin metast sum favorittur.

Tað er tó meira uppá spæl hjá monnunum, har bert tvey umfør eru eftir. Neistin, VÍF og H71 hava tryggjað sær pláss í hálvfinalunum; stríðið stendur ímillum Kyndil og KÍF. Eitt stig skilu liðini og KÍF hevur leikt ein dyst fleiri. Tað liggur tí til Kyndil, ið endar næsta vikuskifti á heimavølli móti Stíf. Men um teir grønu í dag tapa í grannauppgerðini, og KÍF megnar at basa VÍF í sínum seinasta dysti í kappingarárinum, so hava kollfirðingar lagt trýst á.

SMS-deildin: 
VÍF 22
Neistin 17
H71 14
Kyndil 13 *
Stjørnan 9 *
StÍF 1

* Ein dyst færri

Okkara-deildin:
Neistin 23
H71 21
VÍF 21
Kyndil 19 
KÍF 18 *
StÍF 10
Team Klaksvík 2 *

* Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder