Fótbóltur

Mikkjal Thomassen gevst í Fredrikstad

Sambært svenskum miðlum skal Mikkjal Thomassen vera venjari hjá stórfelagnum AIK.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-15 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir hálvtannað ár sum venjari í Fredrikstad, hevur Mikkjal Thomassen takkað ja til anað starv.

Mikkjal Thomassen tók yvir sum venjari í norska felagnum í november 2022 og var við til at flyta Fredriksstad upp í bestu deildina.

Spælararnir hava fingið boðini fyrrapartin, skrivar VG.no.

Sambært Expressen, Aftonbladet og Nettavisen, verður Mikkjal Thomassen nýggjur venjari hjá stórfelagnum AIK í Stokkholm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder