Fótbóltur

- Hava møguleikan at skapa eitt stórt úrslit

Nakað sum er óvæntað, og hetta gevur okkum nakað eyka, sigur Ari Olsen við Portalin. Høgri bakkurin staðfestir eisini, at Víkingur í morgin fer at møta nøkrum, sum man ikki er vanur við.

. Vit eru spentir til uppgávuna, og tað ger nakað eyka hjá mær, og fleiri øðrum á liðinum, at hetta er fyrstu ferð, vit spæla á einum so stórum stadion, sigur Ari Olsen millum annað. Her í Conference League-dysti í Klaksvík í síðstu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

. Vit eru spentir til uppgávuna, og tað ger nakað eyka hjá mær, og fleiri øðrum á liðinum, at hetta er fyrstu ferð, vit spæla á einum so stórum stadion, sigur Ari Olsen millum annað. Her í Conference League-dysti í Klaksvík í síðstu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-24 12:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur bert tapt tveir kappingardystir seinasta árið - ein landskappingardyst og fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið fyrr í ár. Liðið úr Eysturkommuna koppaði Liepaja úr Lettlandi í 1. umfari í Conference League, men nú bíðar nakað heilt annað. Hetta staðfestir Ari Olsen í samrøðu við Portalin í dag. 

- Hetta verður ein heilt øðrvísi uppgáva enn Liepaja og dystirnir vit spæla í føroysku kappingini. Gent er eitt væl størri lið enn tað, vit vanliga spæla ímóti og koma nokk at vera pressaðir nakað meira enn vanligt. Men vit vita eisini, at her er ein góð gameplan (dystarætlan), og um vit halda okkum til hann, eigur tað at vera torført at skora ímóti okkum. Og skulu nokk fáa onkran møguleika at skora eisini.

So sjálvsálitið er har hjá strandinginum og liðfeløgunum, og teir noyðast at gera nakað útyvir tað vanliga í Belgia í annaðkvøld  - tó ikki beinleiðis so nógv øðrvísi. Málið er at halda spenninginum í uppgerðini áðrenn seinna dystinum í 2. umfari, sigur Ari

- Sjálvandi vilja vit øgiliga gjarna halda lív í uppgerðini, so bæði vit og áskoðarar kunnu møta til ein spennandi dyst næsta hóskvøld í Klaksvík. Fyri at tað skal henda, eru vit noyddir at gera alt, tað vit eru góðir til - og tað nógv betur. Tað kemur at verða neyðugt at arbeiða hart, verja væl og so vónandi hava eitt sindur av eydnu við eisini.

[object Object]
Ari til upphitingina í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli høgri bakkurin hevur higartil staðið seg væl í evropeisku dystunum. Hann hevur bitið seg fastan aftur á liðið eftir nøkur tíðarskeið við skaðum, og eftir at Signar á Brúnni hevur spælt nógv. Dysturin í morgin verður tann sjeyndi í Evropa hjá Ari Olsen, og hann sigur við Portalin, at hetta gevur nakað serligt at spæla slíkar dystir 

- At vera úti í Europa og spæla er altíð stuttligt og gevur nakað eyka, tí man veit ikki hvørjar uppgávur, man fer at fáa. Nú móti Gent eru vit greiðir yvir, at vit møta einum liði, sum er væl størri enn Víkingur. Men av tí sama gevur tað okkum nakað eyka; at man hevur møguleikan at skapa eitt stórt úrslit, sum eingin væntar. Vit eru spentir til uppgávuna, og tað ger nakað eyka hjá mær, og fleiri øðrum á liðinum, at hetta er fyrstu ferð, vit spæla á einum so stórum stadion.

Leikvøllurin hjá Gent tekur umleið 20.000 fólk. Har skulu Ari Olsen og hinir víkingarnir stríðast fyri einum góðum útgangsstøði í annaðkvøld.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dystirnir
Í morgin, hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur

Meira seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder