Fótbóltur

Hadjuk Split - HB kann eisini stroymast

Kroatiska stórliðið tekur ímóti tí mest vinnandi føroyska felagnum klokkan 20 føroyska tíð. Talan er um 2. umfar í Conferce League - leinkja her.

HB-hópurin vandi í gjárkvøldið á Poljud leikvøllinum, har nakað yvir 30.000 áskoðarar vera í kvøld (Mynd Havnar Bóltfelag)

HB-hópurin vandi í gjárkvøldið á Poljud leikvøllinum, har nakað yvir 30.000 áskoðarar vera í kvøld (Mynd Havnar Bóltfelag)

2024-07-25 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað nærkast 30 hitastigum í Split,har HB í kvøld vitjar hjá Hadjuk Split. Tað er, sambært forsagnum, ikki farið langt undir 30 hitastig aftur klokkan 21 lokala tíð, tá Hadjuk og HB bresta saman.

Teitur Matras Gestsson segði við Portalin í gjár, at tað er kvalið í Kroatia, men at man í HB-leguni hevur roynt at fyrireika seg til hitan. Eisini nevndi liðformaðurin millum annað, hvussu umráðndi tað er at byrja uppgerðina væl og halda henni á lívi so leingi sum gjørligt. 

Sí eisini: Salttablettir og ein fantastiskur møguleiki í Kroatia

[object Object]

[object Object][object Object]
Til HB-venjing á Poljud leikvøllinum har 

Tað verður tungur burður móti sterka liðnum úr Split, sum millum annað hevur royndar kroatiskar landsliðsspælarar á liðnum. Adolfo Sormani og hansara menn skulu ró royna at syrgja fyri, at HB hevur ein rímiligan møguleika áðrenn heimadystin.

Til ber at fylgja væl við dystinum við at hyggja á solidsport.com. Tað er sama síðan, sum stroymir Víking í kvøld.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dystirnir
Í dag, hósdagin 25.07
20.00: Hadjuk Split - HB

Stroyming: solidsport.com/hajduk-split

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder