Til Conference League-dystin móti Hajduk Split í gjárkvøldið vóru tveir spælarar heilt uttanfyri HB-hópin, sum annars eru fast við. Magnus Holm Jacobsen hevur gamaní spælt heilt lítið í ár vegna skaða men hevur verið tøkur størsta partin av tíðini seinastu mánaðirnar, og Heðin Hansen hevur spælt 16 dystir í ár, sambært FaroeSoccer.
Miðvallararnir - við nógvum royndum frá evropeiskum dystum og frá ymsum landsliðnum - komu tó ikki á vøllin í Kroatia í síðstu viku, og tað var har, at veruligt misljóð kom í. Sambært okkara upplýsingum tóku Adolfo Sormani og toymi avleiðingarnar av, at nevndu spælarar vóru heldur ólýdnir og sambært teimum slakaðu á tí fótbóltsliga, og í mun til kropsligu krøvini.
Heðin Hansen í evropeiskum dysti fyri HB í 2022. Hann fekk ongan minutt í Conference League í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Magnus og Heðin vóru ikki at síggja til venjingina mikukvøldið, ið vit vóru til, og sum nevnt vóru teir ikki á dómaraseðlanum í gjár.
Eftir dystirn fingu við høvuðsvenjarin hjá HB at stutt seta orð á støðuna. Tað varð váttað, at teir ikki eru partur av hópinum beint nú, og Sormani tosaði eitt sindur um reglur og trúfesti (loyalitet).
- Mær dámar ikki at tosa um slík ting, tí teir eru partur av felagnum – av familjuni. Men tá tað er sagt, so eru reglur her, sum tú mást halda, um tú vilt verða partur av tí. Fyri meg er tað grundlegjandi, at tú ert loyalur, og at tú stríðist hvønn dag og allan partin av degnum fyri hesum.
So tá, ella um teir vísa hetta, verða teir so aftur í hópinum hjá tær?
- Eg vil heldur tosa um dystin í dag og takka okkara spælarum, tí teir spældu ein ógvuliga góðan dyst
So ein rímiliga greiður men fámæltur Adolfo Sormani – í øllum førum í mun til hesa støðuna. HB-venjarin nøgdur við 0-0 móti Hajduk Split, har HB til tíðir veruliga vísti tenn.
Les eisini: Gattuso er fegin- - blandaðar kenslur hjá Sormani
Adolfo Sormani er ikki bangin fyri at vísa sínar kenslur við síðulinjuna. Royndi italski HB-venjarin veit eisini, hvat hann krevur av sínum spælarum. Hann fór ikki í smálutir í samrøðuni í gjár, men gjørdi greitt at har eru nakrar rammur, sum spælararnir skulu vera innanfyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Um Magnus Holm Jacobsen ella Heðin Hansen aftur koma á vøllin undir hesum venjaratoyminum, ella yvirhøvur fyri besta liðið hjá HB, fáa vit at síggja. Hetta kann helst eisini verða talan um eina fyribils støðu í stutta tíð.
Heðin eru sáttmálabudin til og við næsta kappingarár (til endan av 2025). Magnus hevur sáttmála hetta kappingarárið út. Í løtuni venja teir sum skilst við 1. deild – næstbesta liðnum.
Rættað: 08.07
------------------------------------------------------------
UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
HB - Hajduk Split 0-0 (0-2 samanlagt)
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Viljomur Davidsen (L), Ári Mohr Jónsson - Sammy Skytte, Ejvind Restorff Mouritsen, Hanus Sørensen - Mohammed Samba, Mikkel Dahl, Áki Samuelsen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Leivur Guttesen, Emmanuel Duah, Noah Mneney
Sí eisini: Nógvur roykur - einki mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald