placeholder
Fótbóltur

Háspenningur í München og Barcelona

Tað endaði málleyst í fyrru dystunum 19. februar - í kvøld skulu seinastu liðini í áttandapartsfinalunum finnast.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-13 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið sera stórur spenningur í teimum flestu av áttandapartsfinalunum í Champions League. Dramatikkurin hevur ikki manglað; tað sást millum annað í Torino í gjár, har Cristiano Ronaldo við einum hattricki vendi 0-2 til 3-2 móti Atletico Madrid.

Fyri lítlum mánaði síðani kom einki mál í Lyon og heldur ikki í Liverpool; tískil er lagt upp til spennnadi uppgerðir, tá Barcelona og Bayern taka ímóti í kvøld. 

Barcelona er favorittur á Camp Nou. Dygdin á liðnum og heimavøllurin burdi verið nóg mikið til sigur ímóti Lyon. Franska liðið skal tó ikki undirmetast. Lyon hevur vunnið á PSG og Manchester City í hesum kappingarárinum, og helt Messi og co. frá málum í februar. Nú er liðformaðurin Fekir við aftur eftir leikbann, og eitt útivallarmál kann skapa trupulleikar fyri Barcelona, ið roynir at náa evropeiska tindinum aftur. Í spansku deildini er katalanska liðið suverent oddalið.

Nakað av kjaki hevur verið um, at Liverpool skuldi satsa fult og heilt uppá Premier League og harvið lata Champions League liggja. Hetta hevur Jürgen Klopp víst sterkt aftur. Liðið rakk finaluni í fjør, og skal í kvøld framvið Bayern á útivølli. Liðið hjá Nico Kovac er nú oddalið í Bundesligaini, men fekk einki útivallarmál á Anfield. Lagt er upp til ein ógvuliga tættan dyst millum stórfeløgini í sunnara parti av Týsklandi í kvøld. Virgil Van Dijk er tøkur aftur fyri Liverpool eftir leikbann í fyrru uppgerðini. 

Bayern Munchen (0) - Liverpool (0) TV3+/Viaplay
Barcelona (0) - Lyon (0) Tv3 Sport/Viaplay

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder