Portalurin var á Tórsvølli til MD-1 venjing hjá KÍ í gjár. Her skiftu vit millum annað orð við venjaran hjá KÍ, Espen Haug, um hvussu tilgongdin til dystin móti Borac Banja Luka í kvøld, hevur verið.
(Mynd: Sverri Egholm)
KÍ er nú í triðja umfari í Europa League, eftir at hava tapt samanlagt 6-4 á svenska stórfelagnum, Malmö FF, í øðrum umfari í Champions League.
Mótstøðuliðið hesaferð, er Borac Banja Luka úr Bosnia Herzegovina. B36 vann á samanlagt 4-3 á hesum liðnum í 2022, undir leiðslu av Dan Brimsvík, táverandi venjara. B36 tapti tá fyrra dystin á útivølli 2-0, men vann samanlagt 4-3 eftir brotssparkskapping á Tórsvølli.
Borac Banja Luka er í triðja umfari í Europa League, eftir at hava tapt samanlagt 4-2 á PAOK í øðrum umfari í Champions League. PAOK leikti javnt í triðja umfari í Champions League móti júst Malmö FF, á Eleda Stadion.
Borac Banja Luka og Malmö FF
Espen Haug heldur, at tað er ikki stórur støðismunur á Malmö FF og Borac Banja Luka. Tí hevur tað heldur ikki verið stórvegis munur á fyrireikingini til dystin í kvøld, samanborið við dystin móti Malmö FF. Norski venjarin ásannar tó, at spælistílurin hjá teimum báðum liðunum eru ymiskir.
- Malmö FF legði eitt heilt høgt trýst á okkum og tað vænti eg verður øðrvísi til hendan dystin. Hetta liðið leggur ikki trýstið líka høgt og tí koma vit heilt sikkurt til at hava bóltin meir, sigur Espen Haug við Portalin.
Espen Haug leggur afturat, at hann væntar at hetta mótstøðuliðið fer at læsa seg í eina 4-2-3-1 spælskipan.
Kristoffer Ødemarksbakken á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Ødemarksbakken og Klettskarð við frá byrjan
- Tað verður sum nú er, sama "stamman" til hendan dystin, sum móti Malmö FF, sigur KÍ venjarin, tá vit spyrja hvørjir leikarar kunnu vænta at byrja inni.
Eyðmjúki norðmaðurin ásannar, at tað er eitt sera sterkt lið, sum KÍ skal spæla móti og tí er neyðugt við grundigari fyrireiking.
Vit spyrja KÍ venjaran, hvønn leiklut teir báðir Ødemarksbakken og Klettskarð hava til dystin og tá váttar hann, at teir byrja báðir inni.
- Bæði Kristoffer og Páll byrja inni. Kristoffer hevur spælt væl og gerst alsamt týdningarmiklari fyri okkum. Páll er, sum vera man, sera svangur eftir at skora sítt fyrsta evropeiska mál í ár og tí er tørvur á báðum. Báðir kunnu røkja ávísir defensivar skyldur og tí eru teir av sera stórum týdningi fyri KÍ, sigur ein avgjørdur KÍ venjari.
Páll Klettskarð (Mynd: Sverri Egholm)
At enda leggur Espen Haug afturat, at tað, sum spælarar sum Páll Klettskarð vísa til venjing og fyri felagsskapinum í Klaksvík, er ikki til at vera fyri uttan.
- Tað er ein KÍ-standardur, sum hann útstrálar og arbeiður hart fyri, hvønn dag. Og tað, trúgv mær, er ein høgur standardur, sigur ein errin KÍ venjari við Portalin at enda.
Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
Á Tórsvølli, hósdagin 08.08
18:00 KÍ - Borac Banja Luka
Portalurin verður til staðar á Tórsvølli og hevur ymiskt tilfar áðrenn og eftir dystinum. Undir dystinum hava vit live-blogg og gera vit eisini samrøður eftir dystin. Kringvarp Føroya vísur dystin.
--
Samrøða við Kristoffer Ødemarksbakken
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald