Fótbóltur

KÍ fær enn ein møguleika at halda lív í uppgerðini

Dómarin hevur júst nú floytað fyrstu 90 minuttirnar av. Nú verður farið til longda leiktíð, ið er tvær ferðir fimtan minuttir.

KÍ leikararnir í innmarsjeringini til fyrra dystin móti Borac Banja Luka, ið var á Tórsvølli 8. august. (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ leikararnir í innmarsjeringini til fyrra dystin móti Borac Banja Luka, ið var á Tórsvølli 8. august. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-15 22:03 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað bleiv, sum flestu veddingarfyritøkurnar høvdu spátt um. KÍ megnaði ikki at vegna dystin í fyrstu 90 minuttunum. Nú fær KÍ enn ein møguleika, har teir skulu royna at halda lív í uppgerðini, í tvær ferðir 15 minuttir. Stendur tá enn á jøvnum samanlagt, verður farið til brotssparkskapping.

Leikgongdin í fyrstu 90
Fyrri hálvleikur byrjaði við heldur varnum fótbóltsspæli. Ikki spurdist nógvir málmøguleikar burturúr hjá KÍ. Einasta skotroynd, ið KÍ hevði, var eitt skot hjá Árna Frederiksberg úr 80 metrum.  

Málið hjá mótstøðuliðnum kom longu eftir 17 minuttir. Nikola Srekovic legði mótstøðuliðið á odda, eftir væl spælda avlevering frá David Cavic, ið KÍ verjan ikki fekk vart seg fyri. 

Tá minni enn hálvi tími var farin, fekk verjuskansin hjá KÍ, Odmar Færø, viðgerð á vøllinum. Tá bleiv signalerað av læknanum hjá KÍ, Thomas Berthou, at landsliðsleikarin mátti útskiftast. Í hansara stað kom so Deni Pavlovic.

Stutta løtu seinni skoraði heimaliðið til 2-1. Lukkutíð fyri KÍ, var VAR-toymið árvakið og fekk kolldømt málið vegna rangstøðu. 

Innskifti Deni Pavlovic javnaði fyri KÍ, tá 53 minuttir vóru spældir, eftir ótrúliga væl spældan deyðbólt frá Árna Frederiksberg.

Tað skuldi ikki ganga nógv meir enn eitt korter frá at hann hevði skorað, so bleiv Deni Pavlovic skaddur og mátti útskiftast. Inn fyri hann kom Albert Ejupi.

Ein vælspælandi Stefan Savic legði Borac Banja Luka á odda í 83. minutti, við langskoti úr 25 metrum. Mark Jensen í KÍ málinum var í fullari longd eftir bóltinum, men var akkurát ov stuttur. 

Fá sekund fyri leiklok fór Hallur Hansson í eina takkling, har hann veruliga tók ein fyri liðið. Við at steðga lovandi álopi, ið kostar gult kort, fekk havnamaðurin á KÍ liðnum steðga mótstøðuliðnum at fáa enn ein málmøguleika. Í somu stund rann dómarin út til bonkin hjá Borac Banja Luka, og vísti einum hjálparfólki teirra av vøllinum.

Liðini høvdu bæði sínar møguleikar og skaptu bæði liðini støður. Tó má sigast, at leikligu yvirvágina hevði Borac Banja Luka, tað mesta av dystinum.

Fyri KÍ byrjaðu hesir inni (3-4-3 // 5-4-1)
Mark Jensen - Odmar Færø, Cédric Yambéré, Alexander Berntsson - Patrick Da Silva, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Jóannes Kalsø Danielsen - Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken.

Hesir vóru innskiftir: Deni Pavlovic (fyri Odmar Færø), Albert Ejupi (fyri Deni Pavlovic), Mads Bo Mikkelsen (fyri Kristoffer Ødemarksbakken)

[object Object]

Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15.08
20:00 Borac Banja Luka - KÍ 2-1 (1-2)*

* Enn mangla tvær ferðir 15 minuttir at verða leiktir.

Les eisini:
Tað er langt frá Djúpumýru til Gradski Stadion
Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki uppá KÍ sigur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder