Fótbóltur

Scholes sagt upp eftir bert ein mánað

Fyrrverandi enski stórleikarin sigur seg ikki hava havt møguleikan at arbeiða sum ætlað.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-14 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 11. februar varð Paul Scholes settur í starv hjá Oldham Athletic, ið spælir í fjórðbestu ensku deildini. Scholes kom sum ógvuliga ungur til Manchester United at spæla, men hann er úr Oldham. 

Scholes fekk eina góða byrjan í sínum fyrsta starvi sum høvuðsvenjari. Hann vann sín fyrsta dyst, men síðani komu tríggir javnleikir og trý tap. Nú hevur 44-ára gamli venjarin sjálvur valt at steðga. Hann boðar frá, at hann ikki er sloppin at arbeiða, sum hann ætlaði og fekk lovað. Í skrivinum slær Scholes fast, at hansara toymi hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði, og at hann fer at framhaldandi fylgja liðnum og stuðla Oldham sum ein fjeppari.

Eftir sína fótbóltsyrkisleið, har tekniskt sterki miðvallarin var kendur fyri at vera afturhildin og niðri á jørðini, hevur Paul Scholes gjørt vart við seg sum hvassorðaður serfrøðingur í sjónvarpinum. Hann stóð á odda fyri barndómsfelagnum í sjey dystir. Oldham liggur í løtuni á 14. plássi í League Two.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder