Eina løtu sá tað út til, at dreymurin um evropeiskt bólkaspæl fyri 2024 var fánandi, og at KÍ heldur ikki hesaferð ikki heilt kendi sína vitjunartíð í fyrra dystinum á Tórsvølli. Hetta seinna er helst eisini partur av niðurstøðuni, hóast føroyameistararnir í stóran mun framdu eitt flott avrik í kvøld.
Í fyrra hálvleik rakti heimaliðið yvirleggjaran ella stongina heili fýra ferðir og hótti javnan heldur spaka HJK Helsinki. Finska liðið skoraði tó uppá við sínum einasta veruliga skoti í fyrra hálvleiki - tá høga trýstið hjá KÍ ikki eydnaðist, og eingin kom til skotfótin hjá skotanum Lee Erwin. Flott sett inn men og lætt at koma til støðuna.
Tað gjørdist tyngri sjey minuttir fyri steðgin, tá René Shaki Joensen fekk sítt seinna gula kort. Býtt og óneyðugt at trðka á mótssøðuspælara aftanfrá, tá landliðsspælarin longu hevði eitt gult kort.
René Shaki Joensen hevur aftur í ár verið eitt sterkt kort hjá KÍ í Evropa, men her fær hann reytt kort í lykladystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini meira um fyrra hálvleik: KÍ eitt mál og ein mann í undirtali
KÍ var tó meira vandamikið seinastu løtuna í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin var eingin ivi um, at teir í kongabláum komu út fyri at leypa á. Hetta gav úrslit eftir høgt trýst og í sambandi við tvey long innkøst frá eyðsýnda Árna Frederiksberg. Tað fyrra gav brotsspark, sum Árni sjálvur umsetti trygt til mál - sítt 12. í evropeiskari kapping - og tað seinna endaði við, at Hallur Hansson kom flúgvandi til bóltin og legði KÍ á odda.
Her fegnast KÍ'arnir eftir brotssparksmálið hjá Árna (Mynd: Sverri Egholm)
Uppá 18 minuttir í 2. hálvleiki hevði liðið hjá Espen Haug vent tí til sín fyrimuns - í undirtali. Ógvuliga sterkt og eisini nær við at stríðið gav sama úrslit, sum tá KÍ var í yvirtali í yvir ein hálvleik móti Banja Luka fyri tveimum vikum síðani.
Lee Erwin buldraði tó bóltin í netið í yvirtíðini eftir heldur tilvildarliga støðu. 2-2 og harvið gjørdust fyritreytirnar hjá HJK Helsinki, sum var verra liðið á degnum, betri.
Við hesum er KÍ framvegis ósigrað í evropeiskum heimadystum undir Espen Haug men nógv skal til í Helsinki í eina viku, um KÍ aftur skal í eitt bólkaspæl (deildarspæl) - tað sást tó í kvøld, at HJK avgjørt er at tosa við hjá KÍ.
Meira á Portalinum seinni.
UEFA Confernce League play-off umfar, fyrri dysturin
Tórsvøllur, 22.08
KÍ - HJK Helsinki 2-2 (0-1)
14' Lee Erwin 0-1
55' Árni Frederiksberg, br. 1-1
63' Hallur Hansson (Páll Klettskarð) 2-1
90+2' Lee Erwin 2-2
Reytt kort: 37' René Shaki Joensen (tvey gul)
KÍ (3-4-3): Mark Fabricius Jensen - René Shaki Joensen, Cedric Yamberé, Alexander Berntsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Joseph Micheal Williams, Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen.
Teir fyrstu ellivu hjá KÍ í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald