Fótbóltur

Myndir: NSÍ-kvinnur annað beinið í steypafinaluni

Við 5-1 sigri á HB í fyrru hálvfinaluni, skal nógv ganga galið, um runavíkskvinnur ikki aftur skulu spæla steypafinalu í ár.

Steypavinnararnir fegnast um eitt av sínum fimm málum á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Steypavinnararnir fegnast um eitt av sínum fimm málum á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-27 23:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

NSÍ vann í kvøld stórsigur 5-1 á HB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.

Støðan var 1-1 í steðginum, men trý mál frá Lenu Olsen og eitt frá Sáru Samson Lamhauge í seinna hálvleiki gjørdu, at NSÍ hevur annað beinið í steypafinaluni.

Sí meira um dystin her

Seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB verður leikt um ein mánað, 26. september.

Í hinari hálvfinaluni spæla B36 og Víkingur. Tær hvítu hava havt eitt misjavnt ár, og eru endaðar í niðara bólkinum í landskappingini. Tískil mugu víkingakvinnur, sum hava verið flúgvandi í ár, sigast at vera favorittar at vinna hitt plássið í finaluni. Fyrra hálvfinalan verður í Gundadali mikukvøldið kl. 20.

Sí myndir av Tórsvølli í kvøld:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder