Fótbóltur

U15 genturnar skulu til Malta seinni í mánaðinum

Allan Smedemark hevur úttikið 18 gentur úr tíggju ymiskum feløgum, har FC Hoyvík og HB eru best umboðað.

U15-hópurin við gentum, sum í august mánað tók lut í Baltic Cup í Estlandi (Mynd: fsf.fo)

U15-hópurin við gentum, sum í august mánað tók lut í Baltic Cup í Estlandi (Mynd: fsf.fo)

2024-09-03 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alan Smedemark, venjari hjá U15-landsliðsnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, sum frá 15. til 23. september skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta

Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum eru tað tríggjar spennandi uppgávur, sum bíða føroyska U15-landsliðnum við gentum seinni í mánaðinum.

Umframt Malta, skulu føroysku gentur eisini royna seg ímóti Luksemborg og Andorra.

Allan Smedemark er høvuðsvenjari og saman við hjálparvenjaranum, Jacobu Langgaard, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina.

Tíggju føroysk feløg eru umboðaði. FC Hoyvík og HB best við fýra spælarum hvør.

Hópurin
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Elin Wilhelm Fossabrúgv, FC Hoyvík
Lea Traber Olsen, FC Hoyvík
Maria Bjarnadóttir, FC Hoyvík
Olivia Kristiansen, FC Hoyvík
Helena Holm, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Thomsen, HB
Lóa Sigrið Dal Christiansen, HB
Rakul Madsen, HB
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Rannvá Ryan, KÍ
Elin Joensen, NSÍ
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Miriam Stauss, Víkingur
Tóra við Gil, Víkingur

Dystaskráin
17. sept. Malta – Føroyar (kl. 09:00)
19. sept. Luksemborg – Føroyar (kl. 09:00)
22. sept. Føroyar – Andorra (kl. 12:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder