Fótbóltur

KÍ-kvinnurnar skulu nú royna seg í Sarajevo

Fyrsti Champions League-dysturin í ár byrjar klokkan 10 í Bosnia & Hersegovina. Heimaliðið stendur sum stórfavorittur í nógva hitanum.

Sanna Svarvadal og hinar skulu stríðast móti vertunum í slavnu luftini í Sarajevo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sanna Svarvadal og hinar skulu stríðast móti vertunum í slavnu luftini í Sarajevo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-04 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10 - klokkan 11 lokala tíð - verður fyrsta bríksl í bosniska høvuðsstaðnum, har kvinnurnar hjá KÍ eru á vitjan. 

KÍ hevur vunnið heili 22 meistaraheitir í hesari øldini, og umboðar aftur í ár Føroyar í Champions League.

Fyrsta uppgávan er SFK 2000, sum hevur vunnið 22 meistararaheitir - á rað. Harvið er heimsmetið hjá júst KÍ tikið.

Liðið úr Sarajevo er komið víðari úr hesum innleiðandi umfarinum í Champions League nakrar ferðir og stendur sum stórfavorittur til hesa uppgerðina.

Hóast klokkan ikki verður meira enn 11 lokala tíð, stendur tað at vera beint undir 30 hitastig, tá dysturin byrjar um ein stóran tíma. Tað er eisini slavið í Sarajevo.

Til ber at fylgja við á uefa.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder