Fótbóltur

U16 dreingir: Spæla fyrst móti Skotlandi

Síðani skulu Føroyar hitta Sveis ella Indonesia. Hópurin fer til Spania á venjingarlegu 16. september.

2024-09-04 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal til Spania at spæla tveir venjingardystir

Í døgunum 16. til 22. september fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni.

Fríggjadagin 18. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Skotland, og mánadagin 21. september skulu okkara dreingir møta vinnarinum av dystinum millum Indonesia og Sveis.

Hesir 18 eru úttiknir:
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Dávid Jørginsson, Víkingur
Djóni Øre, Víkingur
Nóa Klein Joensen, Víkingur
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Hákun Rask Olsen, HB
Daniel Thomsen, B36
Markus Danielsen, B36
Dennis Anghel, B36
Samuel Ierulli, B36
Axel Holm Simonsen, B36
Bárður Terjason, B36
Dánjal Muller, KÍ
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Tóti Fagradal, B71
Tobias Bergkvist, B68
Jóel Tróndargjógv, NSÍ

Dystaskráin
Fríggjadagin 18. september: Føroyar – Skotland (kl. 14:00)
Mánadagin 21. september: Føroyar – Indonesia ella Sveis (kl. 14:00 ella 17:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder