Fótbóltur

Teitur verður møguliga ikki tøkur

Rivjabeinið er brákað av stoytinum í Sarpugerði í seinnu hálvfinaluni 23. september. Møguliga kemur ein avloysari í morgin.

Teitur Matras Gestsson hevur bert spælt tríggjar av teimum seinastu 16 landsdystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Teitur Matras Gestsson hevur bert spælt tríggjar av teimum seinastu 16 landsdystunum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-04 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nógv ár sum eykamálverji á A-landsliðnum byrjaði Teitur Matras Gestsson fyri nøkrum árum síðani at fáa fleiri dystir frammum Gunnar Nielsen og var fyrstaval, tá Gunnar var skaddur.

Síðstnevndi hevur ikki spælt fótbólt síðani landsdystin í Kekkia í 2022, men HB-málverjin hevur ikki beinleiðis verið fastur fyrsti málverji. Tað eru serliga skaðar, men eisini útbúgving og persónlig viðurskifti umframt menningin hjá serliga Mattiasi Lamhauge, sum hava lagt meinbogar í vegin hjá Teiti seinastu tvey árini.

Síðani flotta 2-1 sigurin á Turkalandi í september 2022 hevur Teitur Matras Gestsson bara vart føroyska málið í trimum av 16 dystum. Tað er eisini meira og meira, ið bendir á, at 32-ára gamli málverjin í øllum førum ikki fer at spæla báðar dystirnar hesaferð.

Teitur er við í landsliðsleguni og gjørdi nøkur ting á vøllinum til fyrstu venjinga í gjár. Hann fær tó ikki vant fult. Orsøkin er samanstoyturin í Sarpugerði fyri tólv døgum síðani, tá landsliðsliðfelagin Arnbjørn Svensson kom harðliga inn í HB-málverjian seint í seinnu hálvfinaluni.

[object Object][object Object][object Object]
Albogin gjørdi, at Teitur fekk skaða í vørrina, men hann fekk eisini stoyt í rivjabeinið (Myndir: Sverri Egholm)

Fyrst var ivamál um, hvørt Teitur Gestsson kundi spæla víðari ella ikki. Hann fekk tó ikki skaða í sjálvt høvdið og fullførdi dystin. Tveir teir seinastu dystirnar hevur Teitur tó ikki spælt, og tað hevur kostað HB í oddastríðnum.

Vørrin fekk nakað av skaða av alboganum hjá Arnbirni, men Teitur fekk eisini stoyt í mjødnina og brákaði eitt rivjabein.

Spuringurin er, hvussu skjótt hetta lekir. Håkan Ericson segði við in.fo í gjár, at hann hevur givið Teiti til hósdagin. Um hann ikki er førur fyri at venja tá, so er neyðugt at úttaka ein nýggjan málverja, staðfestir landsliðsvenjarin.

Mattias Lamhauge er eisini skaddur, og hetta merkir, at um Teitur Matras Gestsson ikki er tøkur, so byrjar Bárður á Reynatrøð báðar dystirnar. Víkinga-málverjin hevur spælt væl í flestu av sínum A-landsdystum og er í gongd við eitt ógvuliga støðugt og gott kappingarár. Silas Eyðsteinsson úr B36 er við sum 3. málverji.

Tað er krav at tríggjir málverjar eru til altjóða dystir. Um ein nýggjur málverji skal inn í hópin fyri Teit, eigur Kristian Joensen úr NSÍ at vera upplagda boðið. Hann er 31 ára-gamal og spælir nú støðugt væl á einum topp-fýra liði. Kristian gav tó avboð einaferð í 2022 og hevur ikki verið við síðani.

[object Object]Bárður á Reynatrøð og Silas Eyðsteinsson til venjingina á Tórsvølli í gjár

[object Object]
Bárður avloysir her Mattias Lamhauge í EM-undankappingardysti í Albania í fjør - hetta gjørdi leirvíkingurin við lít. Tá varð Mattias skaddur í knænum - í løtuni er Fredericia-málverjin júst við at koma fyri seg eftir ein annan skaða (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder