Tað er aftur ein av teimum stóru uppgávunum, ið bíðar føroyska U21-landsliðnum, tá Kroatia tekur ímóti á Sport Center Rudes leikvøllinum í Zagreb hósdagin klokkan 16:00.
Hetta staðfestir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari. Føroyska liðið er í Kroatia og fyrireikar seg til EM-undankappingardystin í morgin. Nógv skal til, staðfestir høvuðsvenjarin Eyðun Klakstein í viðmerking til fsf.fo.
– Hetta verður ein krevjandi og spennandi uppgáva. Kroatia er gott lið, við nógvum dugnaligum spælarum, ið spæla á høgum stigi kring Evropa. Skulu vit standa okkum væl í hesum dysti, mugu vit fyrst og fremst vera væl skipaðir og stríðast, og síðani skulu vit eisini hava dirvi at spæla bólt og leypa á. Vit trúgva upp á møguleikan og spæla fyri tí stóra úrslitinum, sigur venjarin.
Kroatia vann 4-2, tá liðini hittust í Klaksvík fyri beint undir einum ári síðani. Tað var 0-3, áðrenn Gutti Dahl-Olsen fekk spenning í við tveimum málum. Kroatia avgjørdi tó í yvirtíðini.
Myndir: fsf.fo
Undan dystinum er Portugal fremst í bólkinum við 18 stigum fyri 7 dystir. Nummar 2 er Grikkaland við 14 stigum fyri átta dystir, meðan Kroatia er á 3. plássi við 13 stigum fyri seks dystir. Føroyar hava 7 stig á 4. plássi, og síðani koma Hvítarussland og Andorra við ávikavist seks og trimum stigum.
U21 EM-undankappingardysturin millum Kroatia og Føroya hósdagin 5. september verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Avspark í kroatiska høvuðsstaðnum verður klokkan 16:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald