Hondbóltur

Elias er skaddur - Vilhelm fær helst fyrstu minuttirnar

Bundesdeildin fer í gongd í kvøld. Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf taka ímóti Gummersbach klokkan 18 - Kiel spælir uttan millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu í Mannheim.

Týska landsliðsstjørnan Renārs Uščins er fyrsta val á høgrabakki í Hannover, men Vilhelm Poulsen fer helst at fáa rímilga stóran leiklut í verjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Týska landsliðsstjørnan Renārs Uščins er fyrsta val á høgrabakki í Hannover, men Vilhelm Poulsen fer helst at fáa rímilga stóran leiklut í verjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-05 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimsins sterkasta hondbóltsdeild fer aftur av bakkastokki í kvøld. Tríggir dystir í Bundesliguni eru á skránni, og tvey føroyingafelag spæla.

Føroyingurin hjá THW Kiel kemur tó ikki á hallargólvið undir dystinum í Mannheim. 22-ára gamli spælskiparin úr Hoyvík er skaddur til á pappírnum torføra útidystinum móti Rhein-Neckar Löwen.

Kiel skrivar á heimasíðu sínari, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein av teimum mongu, sum situr uttanfyri við skaða. Tað er aftur knæiðið hjá føroyinginum, sum gevur honum trupulleikar. Elias hevur vant millum lítið og einki saman við liðfeløgunum seinastu vikurnar.

[object Object]
Elias á Skipagøtu sæst her argur eftir avgerandi HM play-off dystin í Skopje. Spælskiparin hevur "springaraknæ", og eins og í mai, gevur hetta honum trupulleikar (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen gerst í kvøld eftir øllum at døma triðji føroyingur í einum Bundesliga-dysti í kvøld. 

25-ára gamli høgri bakkurin úr Hoyvík skifti úr Lemvig-Thyborøn í summar. Hann hevur vant fult við hjá Hannover-Burgdorf í summar, og í kvøld tekur liðið móti Gummerbach, ið endaði fýra stig frammanfyri Hannover-Burgdorf.

Lagt er upp til ein tættan dyst í ZAG leikhøllini í Hannover. Vilhelm fær helst ein leiklut í verjuni. 22-ára gamli Renārs Uščins er fyrsta val á høgra bakki. Hann hevði eitt frálíkt OL, har Týskland kom í finaluna, men hevur serdygdirnar í álopinum. Hjál Vilhelmi - á hesum stigum serliga - er tað verjuparturin, sum verður nummar eitt.

Hannover-Burgdorf og Gummarsbach spæla klokkan 18 men sæst ikki í Føroyum. Dysturin millum Rhein-Neckar og Kiel klokkan 19.30 sæst á TV3 Sport og Viaplay.   

[object Object]
Vilhelm Poulsen undan einari venjing hjá Hannover-Burgdorf í summar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder